Pál vann 200 frí í Bergen, Óli og Eyðbjørn silvur og bronsa

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann fyri løtu síðani gull í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2011, rættiliga trygt á svenska Simon Sjödin og norska Gard Kvale. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann í somu kapping silvur í yngra juniorbólkinum, og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu. Teir tríggir Óli, Eyðbjørn og Magnus kvalifiseraðu seg hartil trygt víðari til finalur á stytri teinum, í øllum teimum kappingum sum teir luttóku í.

Úrslit í dag:

  • 50 frí innleiðandi – yngri juniorar: Eyðbjørn nr 3 við 25.87, Óli nr 4 við 25.89
  • 50 firvald innleiðandi – eldri juniorar: Magnus nr 1 við 25.80
  • 100 rygg innleiðandi – eldri juniorar: Magnus nr 1 við 57.62
  • 200 frí finala – seniorar: Pál gull við 1:48.81
  • 200 frí finala – yngri juniorar: Óli silvur við 2:00.56, Eyðbjørn bronsu við 2:01.14

úrslit

Tað sá rættiliga yvirbevísandi út tá ið Pál fylgdi við Sjödin sum legði harðast út, fyri síðani so líðandi at ota seg inn á hann, til hann eftir 100 metrum legði seg framum og helt á mál. Munurin var einki serliga stórur ímóti endanum, men tað merktist sum um at har var kontrol á støðuni allan vegin.

  • Pál 25.91 – 53.57 – 1:21.33 – 1:48.81
  • Sjödin 25.53 – 53.48 – 1:21.89 – 1:49.01
  • Kvale 26.46 – 54.05 – 1:22.17 – 1:49.98

Tíðin 1:48.81 er ikki at kimsa at, tá ið hugsað verður um at føroyska metið hjá Páli er bara góð 2 sekund burturi, 1:46.61 frá tá ið Pál svam í plastdrakt og niðurtrappaður og alt á EM í Rijeka í 2008. Ella tá ið hugsað verður um at vinnaratíðin hjá Páli á Oyggjaleikum í 2009 var 1:47.76. Pál er jú yvirhøvur ikki niðurtrappaður nú, og kann tí næstan bara gerast skjótari til í summar.

Tað var bara 200 frí sum var avgerandi finala nú í dag, meðan 50 frí, firvald og 100 rygg var innleiðandi til finalur í morgin og ovurmorgin. Sterkastu svimjarar hava tí óivað svomið ‘kontrollerað’ í dag á stytru teinunum, sum ger tað eitt sindur torført at meta um hvussu sterkir Óli, Eyðbjørn og Magnus vóru í mun til hinar.

Men tó so var tað imponerandi at síggja serliga Magnus standa seg so væl ímóti sjálvum Aschwin Wildeboer, sum hevur átt heimsmetið í 100 rygg hjá monnum (49.20), og sum vann bronsu í 100 rygg á HM á langgeil í Rom í 2009, og silvur og bronsu í ávíkavist 50 og 100 rygg á HM í Dubai í desember 2010.

  • 50 firvald: Aschwin skjótastur av øllum við 25.50, Magnus næstskjótastur við 25.80
  • 100 rygg: Magnus skjótastur av øllum við 57.62, Aschwin næstskjótastur við 57.89

Sum sagt ikki einsljóðandi við at Magnus kann vinna á Aschwin í finaluni, við tað at spaniólin so seint sum í desember trýsti seg niður á 50.04 í stuttibuksum, í mun til at føroyska metið hjá Magnusi frá úttøkustevnuni í apríl er 55.64. Men altíð skeg allíkavæl, at sleppa at dykka teir allarbestu eitt sindur 🙂

Sum heild tyktiskt tað sum at teir tríggir svumu líka kontrollerað sum nakar annar, eitt sindur frá bestu tíð, til at sleppa í finalu uttan tó at møða seg óneyðugt. Og tað eydnaðist, teir komu allir víðari, í rættiliga nógvum kapping, og høvdu Óli og Eyðbjørn ‘power’ nokk til eisini at koma á heiðursmerkjaskammilin í 200 frí, síðst í skránni fyri í dag.

Eingin ivi um at føroyingarnir hava víst sína styrki, á Bergen Swim Festival !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.