Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann í dag gull í 50 metra frísvimjing fyri yngri juniorar á Bergen Swim Festival í Noregi, og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu.
(Photo: Christian Tessner)
Finalan var skipað sum “knock-out” kapping, har teir svumu 3 ferðir 50 við 3 minuttirs pausu ímillum, fyrst 7, síðani 5 minus teir báðar spakuligastu frá fyrsta umfar, og at enda bara teir tríggir sum skuldu kempa um heiðursmerkini.
Óli og Eyðbjørn svumu seg klókt gjøgnum umførini, fyrst sum nr 5 og 4 við ávíkavist 26.22 og og 25.96, síðani sum nr 1 og 2 við 25.48 og 25.88, og at enda til gull og bronsu við 25.73 og 25.91, í tættari kapping við norska Sander Sivertsen á 25.85.
Stutt aftaná teir 50 svam Óli so aftur finalu í 100 blandað, har hann endaði sum nummar 7 og síðst við 1:07.55. Men tað er væl acceptabult, tá ið man stutt áðrenn fekk fulla úrtøku í “knock-out” kappingini 🙂