Pál Joensen vann í dag finaluna í 400 metra frísvimjing, á Bergen Swim Festival stevnuni í Noregi. Tíðin hjá honum var 3:44.65, einans 33 hundraðpartar frá stevnumetinum hjá Mads Glæsner, frá tá ið danin í 2009 svam í eini Arena X-glide ‘superdrakt’ á stevnuni. Danski Anders Lie varð nummar 2 við 3:52.33, og norski Gard Kvale nummar 3 við 3:52.41. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nummar 6 við 4:09.72, skjótastur av teimum sum høvdu aldur til yngra juniorbólkin hjá norðmonnum, men tó eftir øllum at døma uttan at vinna heiðursmerki, við tað at norðmenn ikki bólkabýttu finaluna í 400 frí.
(Photo: Christian Tessner)