Tað gjørdist 100% kvalifisering til síðstu finalurnar seinnapartin, tá ið føroyingarnir luttóku í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival í morgun. Afturat Magnusi ið sum kunnugt kom víðari við triðbestu tíð og nýggjum juniormeti í 200 blandað, so komu Pál, Óli og Eyðbjørn víðari í 100 frí, Magnus víðari í 50 rygg og Eyðbjørn víðari í 100 firvald.
Í 100 frí kom Pál Joensen víðari til finaluna hjá seniorum við 51.77, aftanfyri svenska Stefan Nystrand á 51.74. Eyðbjørn og Óli komu eisini víðari til finaluna í 100 frí hjá yngri juniorum, Óli við næstbestu tíð 56.52 aftanfyri Sander Sivertsen á 55.95, og Eyðbjørn við fjórbestu 56.81 aftanfyri Henrik Christiansen á 56.80. í 50 rygg kom Magnus víðari til “knock-out” finaluna hjá eldri juniorum við bestu tíð 26.96, har bara seniorurin og HM-silvurvinnarin Aschwin Wildeboer úr Spania kom víðari við betri tíð av øllum, 26.91. Og í 100 firvald kom Eyðbjørn víðari við triðbestu tíð hjá yngri juniorunum 1:04.57, aftanfyri Sander Sivertsen á 1:00.67 og Morten Wee Hollund á 1:02.21.
Út yvir sjálvar finalurnar, so verður nú spennandi at vita um Pál Joensen sleppa at varðveita sítt fyribils úrslit sum besti svimjari á stevnuni, frá tá ið hann skoraði 850 stig í 400 frí. Ger hann tað, so verður hann formliga skýrdur besti svimjari á stevnuni, og fær eina fitta virðisløn, men serliga Stefan Nystrand og Aschwin Wildeboers skulu nokk royna at koppa honum seinnapartin, Nystrand í 100 frí og Wildeboer í 50 rygg.
Finalurnar byrja aftur klokkan 15:00 norska tíð, sum er klokkan 14:00 í Føroyum. Vit royna sum frægast at fylgja við á www.svimjing.com/live
Puha, hann fær ein harðan seinnapart … fyrsti “knock-out” í fyrstu kapping hjá monnum 50 bringu, síðani vanliga 200 blandað finala í næstu kapping hjá monnum, og síðani 50 rygg “knock-out” í triðju kapping hjá monnum.