Teir fýra føroyingarnir hava bara gjørt tað heilt gott, hesar dagarnar á Bergen Swim Festival, tá ið hugsaði verður um hvussu nógv teir luttóku í, og hvussu nógv teir tó so fingu burturúr. Um eg telji rætt, so bleiv tað tilsamans til eini 7 gull, 4 silvur og 2 bronsuheiðursmerki, umframt at Magnus tvær ferðir setti nýtt føroysku juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, og at Pál við 850 FINA stigum í 400 frí varð skýrdur næstbesti svimjari á stevnuni yvirhøvur. Teir fýra luttóku Pál og Eyðbjørn Joensen fyri Suðuroyar Svimjifelag, og Magnus Jákupsson og Óli Mortensen fyri Havnar Svimjifelag, allir undir leiðslu av týska venjaranum hjá Havnar Svimjifelag, Christian Tessner.
Heiðursmerki
- Pál Joensen (SuSvim) gull í 200 frí fyri seniorar (1:48.81)
- Óli Mortensen (HS) silvur í 200 frí fyri yngri juniorar (2:00.56)
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) bronsu í 200 frí fyri yngri juniorar (2:01.14)
- Magnus Jákupsson (HS) gull í 200 rygg fyri eldri juniorar (2.03.94)
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) silvur í 200 firvald fyri yngri juniorar (2:23.74)
- Pál Joensen (SuSvim) gull í 400 frí fyri seniorar (3:44.65)
- Magnus Jákupsson (HS) gull í 100 rygg fyri eldri juniorar (56.45)
- Óli Mortensen (HS) gull í 50 frí “knock-out” fyri yngri juniorar
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) bronsa í 50 frí “knock-out” fyri yngri juniorar
- Magnus Jákupsson (HS) gull í 50 firvald “knock-out” fyri eldri juniorar
- Magnus Jákupsson (HS) silvur í 50 rygg “knock-out” fyri eldri juniorar
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) gull í 100 frí fyri yngri juniorar (55.07)
- Óli Mortensen (HS) silvur í 100 frí fyri yngri juniorar (55.20)
Juniormet
- Magnus Jákupsson (HS) 2.08.70 í 200 blandað innleiðandi
- Magnus Jákupsson (HS) 2:08.25 í 200 blandað finalu