Hóast skráin var hektisk hjá Magnusi nú síðsta dag á Bergen Swim Festival 2011, so megnaði hann í allarsíðstu kapping hjá sær at vinna silvur í 50 metra ryggsvimjing fyri eldri juniorar, við 26.32 har 2 ára eldri norski Sverre Næss svam 25.82. Eitt avbera flott úrslit, tá ið hugsað verður um at Magnus hevði luttikið í trimum teimum fyrstu finalunum hjá monnum seinnapartin, fyrst í “knock-out” kapping í 50 metra bringusvimjing, síðani í 200 blandað “superfinalu” ímóti seniorum eisini, og síðani tríggjar ferðir í hesari síðstu “knock-out” finalu í 50 rygg.