Síðuleypandi við sjálvar kappingarnar á Bergen Swim Festival var eisini kapping um at gerast “besti svimjari á stevnuni”, út í frá hvør sum kláraði flest FINA stig í einari grein. Pál lá nummar 1 til nú seinnapartin, við 850 stigum í 400 frí frá í gjár, inntil spanski HM-silvurvinnarin Aschwin Wildeboer nú svam for í fyrsta umfari av 50 metra ryggsvimjing “knock-out” kappingini, og við tíðini 23.69 skoraði 869 stig. Men tað var næstan væntandi, og avbera flott av Páli at forvísa sjálvan Stefan Nystrand til triðja plássið, fyrrverandi heimsmetahavari í 50 og 100 metra frísvimjing, sum tó nú ‘einans’ kláraði 845 stig í 100 frí.