Foreldur í Roseville í Kalifornia eru uppøst eftir at hjálparvenjarin í teirra high school Geoff Capell royndi at hála liðleiðaran á gentuliðnum Jennifer McCarroll eftir hárinum upp úr hylinum, á eini stevnu fríggjadagin. Ein mamma at eini aðrari gentu á liðnum filmaði hendingina.
Capell fór frá nakrar dagar seinni, og skúlin hevur biðið um umbering fyri hansara gerðir. Men nú klagar mamman at gentuni um at lærarar og næmingar happa gentuna, tí at tey geva henni skyldina fyri at venjarin varð koyrdur frá. Eftir øllum at døma eru fólk ósamd á máli, við ógvusligum kjaki á nú tilsamans 2500 viðmerkingum á upprunaligu tíðindunum á RivalsHigh.
Skúlastjórin verður sagdur at kanna hendingina, og sigur at keðiligar avgerðir vórðu tiknar av bæði venjara og tveimum svimjarum. Gentan kann koma at fáa onkran straff frá høvuðsvenjaranum hjá liðnum, sum tilfeldigvís er dóttur nú fráfarna venjaran, Kelly Capell.
Eg haldi at tey skulu bara hyggja at videoini.