Meistarastevnan fyri Ung 2011

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hetta vikuskiftið verður árliga Meistarastevnan fyri Ung, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar í aldursbólkunum yngri enn junior. Stevnan verður sett í Svimjihøllini í Klaksvík nú fríggjakvøldið 13. mai kl 19:50 og heldur so áfram við stevnupørtum leygarmorgun kl 10, leygardag kl 17 og sunnudag kl 14.

CIMG2615

Í ár eru aldursbólkarnir á Meistarastevnuni fyri Ung:

  • Bólkur 1: Gentur føddar í 1997-98 og dreingir føddir í 1995-96
  • Bólkur 2: Gentur føddar í 1999-00 og dreingir føddir í 1997-98
  • Bólkur 3: Gentur føddar í 2001-02 og dreingir føddir í 1999-00

Hartil kunnu svimjarar í yngsta aldursbólkinum 4 luttaka sum svimjarar í aldursbólki 3.

CIMG2603

Skráin er hendan:

  • Fríggjakvøld 13. mai: Upphiting kl 18:45, kapping kl 20:00
  • Leygarmorgun 14. mai: Upphiting kl 09:00, kapping kl 10:00
  • Leygardag 14. mai: Upphiting kl 16:00, kapping kl 17:00
  • Sunnudag 15. mai: Upphiting kl 13:00, kapping kl 14:00

Stevnan verður formliga sett fríggjakvøldið 7. mai kl 19:50 av Tóru við Keldu, fleirfaldur heiðursmerkjavinnari frá OL í Seoul 1988 og Barcelona 1992.

CIMG2556

Svimjisambandið væntar sær eina sera spennandi stevnu, har høvuðsnøvnini eru serliga teir báðir Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum nýliga eru afturkomnir frá Bergen Swim Festival farna vikuskiftið, umframt Tanja Skaalum og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag ið hava kvalifiserað seg til Oyggjaleikir á Isle of Wight í summar. Aðrir heiðursmerkjaslúkar verða óivað Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óluva Jacobsen úr Ægir, umframt ein rúgva av øðrum góðum svimjarum í ymisku aldursbólkunum.

CIMG2857

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, umframt at lesa tíðindi so hvørt á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.svimjing.com, www.ssf.fo, www.aegirsvim.fo og www.hs.fo.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.