6 føroysk met og 11 juniormet, 2. dag á FM 2011

Tað gjørdist ein enn betri dagur í dag enn í gjár, tá ið føroysku svimjararnir á øðrum degi av Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2011 settu tilsamans 11 juniormet og 6 føroysk met, afturat teimum 6 juniormetunum og 4 føroysku metunum í gjár. Harvið hava tey til nú sett tilsamans 17 føroysk juniormet og 10 føroysk met á FM/JM 2011, í mun til 21 juniormet og 7 føroysk met tilsamans á FM/JM 2010, og 13 juniormet og 7 føroysk met tilsamans á FM/JM 2009, áðrenn vit eru byrjað uppá triðja dagin.

Serliga er tað Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag sum er í serflokki, við til nú at hava sett eini 3 føroysk met og 5 juniormet, umframt at hann í liðsvimjingin hevur verið við til at seta 2 føroysk met og 1 juniormet. Tríggjar gentur hava klárað gullnálatíð, Cecilia W. Eysturdal við 4:22.88 í 400 frí, Tanja Skaalum við 4:23.93 í 400 frí og í Guðrun Mortensen við 26.40 í 50 frí

Føroysk met í dag

  • Ægir kvinnur 4:30.31 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – Ægir átti metið 4:30.63 frá FM 2010
  • Magnus Jákupsson 54.60 í 100 firvald
    – Hann átti sjálvur metið frá 55.60 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Magnus Jákupsson 25.74 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum átti metið 25.99 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009
  • Guðrun Mortensen 26.40 í 50 frí
    – Shaila millum Garðarnar átti metið 26.50 frá EM í Rijeka í 2008
  • Ægir kvinnur 4:27.59 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – tær áttu sjálvar metið á 4:30.31 frá innleiðandi riðlunum
  • HS menn 3:30.32 á 4.100 frí
    – Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Óli Mortensen og Dánjal Hestoy
    – HS átti metið á 3:32.78 frá FM 2010

Juniormet

  • Magnus Jákupsson tangering 26.11 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum svam 26.11 á DMK í 2008
  • Ægir gentur 4:30.31 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – Ægir átti metið 4:30.63 frá FM 2010
  • HS dreingir 3:46.09 í 4×100 frí
    – Magnus Jákupsson, Óli Mortensen, Tummas J. Danielsen, Markus Joensen
    – HS átti metið 3:46.22 í FM 2010
  • Cecilia W. Eysturdal 4:22.88 í 400 frí
    – Hon átti sjálv metið 4:25.58 frá Ægir stevnu í februar mánaða
    – Tanja Skaalum svam eisini undir metið við 4:23.93
  • Magnus Jákupsson 54.60 í 100 firvald
    – Hann átti sjálvur metið frá 55.60 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Magnus Jákupsson 25.74 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum átti metið á 26.11 frá DMK í 2008
  • Birita Debes 2:20.20 í 200 rygg
    – Hon átti sjálv metið á 2:20.30 frá NJM 2010
  • Turið S. Christiansen 5:07.37 í 400 blandað
    – Hon átti sjálv metið á 5:10.76 frá NJM 2010
  • Guðrun Mortensen 26.40 í 50 frí
    – Birita Debes átti metið á 26.54 frá Ægir stevnu í februar mánaða
  • Ægir kvinnur 4:27.59 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – tær áttu sjálvar metið á 4:30.31 frá innleiðandi riðlunum
  • Magnus Jákupsson 51.13 í 100 frí
    – Hann átti sjálvur metið 51.81 frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl

Føroysk met í gjár

  • Magnus Jákupsson úr HS 2:01.08 í 200 rygg
    – hann átti sjálvur metið 2:03.12 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Eva Trygvadóttir úr Ægir 34.19 í 50 bringu
    – hon átti sjálv metið 34.29 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Ægir kvinnur 3:59.98 í 4×100 frí
    – Ægir átti metið 4:02.20 frá FM 2010
  • HS menn 3:57.99 í 4×100 blandað
    – HS átti metið 4:03.09 frá Oyggjaleikum í 2003

Juniormet í gjár

  • Turið S. Christiansen úr Ægir 2:25.61 í 200 blandað
    – hon átti sjálv metið á 2:26.55 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Cecilia W. Eysturdal úr Ægir 9:09.47 í 800 frí
    – hon átti sjálv metið á 9:13.07 frá SuSvim stevnu í mars
    -Tanja Skaalum úr SuSvim var eisini undir metið við 9:10.71
  • Ægir gentur 4:02.49 í 4×100 frí
    – SuSvim átti metið á 4:06.83 frá Ægir stevnu í oktober
  • Turið S. Christiansen úr Ægir 2:24.52 í 200 blandað
    – Turið átti sjálv metið frá 2:25.61 frá innleiðandi riðlunum
  • Magnus Jákupsson úr HS 2:01.08 í 200 rygg
    – hann átti sjálvur metið 2:03.12 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Eva Trygvadóttir úr Ægir 34.19 í 50 bringu
    – hon átti sjálv metið 34.29 frá úttøkustevnuni í apríl
    -Tanja Skaalum úr SuSvim var eisini undir metið við 34.28

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.