Teir fýra Magnus Jákupsson, Dánjal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Øssursson Mohr megnaðu í kvøld á FM/JM 2011 at seta føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:35.29 har metið hjá HS frá FM í fjør var 1:35.59.
Magnus Jákupsson var hartil líka við at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, sum fyrsti maður í stafettini, tá ið hann við tíðini 23.28 var bara 4 hundraðpartar frá metinum hjá Paula Ø. Mohr frá World Cup í Berlin í 2009 á 23.24.
Ein ófør tíð hjá Magnusi, tá ið hugsað verður um at Pauli í 2009 svam í superdrakt, har teir nú svimja í stuttibuksum, og at besta tíð síðani bannið fyri superdraktum við ársbyrjan 2010 var vinnaratíðin hjá Paula Ø. Mohr í 50 metra finaluni í gjár, 23.60.