Poula Ø. Mohr setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 1:07.26 har juniormetið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða var 1:07.28. Sí úrslit her á livetiming.se.
Poula Ø. Mohr setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 1:07.26 har juniormetið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða var 1:07.28. Sí úrslit her á livetiming.se.
Metið í 50 frí er 23.19. Ikki 23.24 🙂 hartil meini eg eisini at pál er innihavari av metinum 🙂 rættið endiliga, um eg havi skeivt 🙂
Haldi at eg veit hvar tú ert, hóast vit diskutera tað her 🙂
Eg havi sikkurt skrivað “metið er” (ella tað vil siga, tað veit eg havi), onkra aðra staðni, hóast eg kanska rættari burdi hava skrivað (aftur) “juniormetið er”. Tað var eitt (sikkurt býtt) val eg gjørdi yvir vikuskiftið, tí at tað longri frammi í tekstinum stendur at vit tosa um juniormet.
Eitt dømi …
Magnus Jákupsson var hartil líka við at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, sum fyrsti maður í stafettini, tá ið hann við tíðini 23.28 var bara 4 hundraðpartar frá metinum hjá Paula Ø. Mohr frá World Cup í Berlin í 2009 á 23.24.
Har skuldi eg sikkurt heldur hava skrivað (til at gera tað skotsikkurt) …
Magnus Jákupsson var hartil líka við at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, sum fyrsti maður í stafettini, tá ið hann við tíðini 23.28 var bara 4 hundraðpartar frá juniormetinum hjá Paula Ø. Mohr frá World Cup í Berlin í 2009 á 23.24.
Pál eigur føroyska metið á 23.19 frá Oyggjaleikum á Álandi, Pauli juniormetið á 23.24 frá World Cup í Berlin.
Sum Cecilia segði tað í viðmerking í sjónvarpinum í gjár: ‘Svimjisambandið hevur alt ov stórt fokus á juniormet’ 🙂