FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð

Eitt FM við 13 føroyskum metum og 21 juniormetum boðar frá høgum støði. Um vit samanbera gull-tíðirnar frá FM 1985 og FM 2004-11 í 2009 FINA stigum, síggja vit framgongd annaðhvørt ár tá Oyggjaleikir eru og líðandi framgongd frá 2004 til 2011. Hyggja vit at leypandi FINA stigum, so liggja FM gull-tíðirnar nokk so javnt, tó so eitt sindur fallandi síðani FM 2007.


Pál Joensen hevur síðani FM 2007 vunnið steyp fyri flest FINA stig, sum hann øll árini hevur vunnið í 800 frí við yvir 800 FINA stigum. Veikasta grein hjá føroyingum er í løtuni 200 firvald. Tað er her, vit finna elsta føroyska metið, sum Natalia Reinhardt setti í FM 2005 við tíðini 2:27.62, sum gevur 589 (2009) FINA stig.

Tá ið tíðirnar verða umroknaðar til 2009 FINA stig, kunna vit síggja at FM 2011 gull-tíðir toppa í 21 av 36 einstaklinga greinum.

6 thoughts on “FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð”

  1. Hetta er sera gevandi, og nakað sum eigur at vísa okum hvar meira fokus skal á í ungdómsarbeiðinum.
    Tað er væl nokk so sigandi tá ið bert 4 svimjarir melda til 100m firvald hjá kvinnum til eitt FM. Her dumpa okur, Big Time!
    Og so skal ikki nógv hugflog til áðrenn ein kann gita hvussu 200m firvald kemur at síggja út.

  2. Vil tað siga, at vit í miðal “í altjóða kapping” toppaðu í 2007 og síðan hava verið spakuliga og støðugt fallandi? Ella lesi eg skeivt? (vónandi).
    Takk fyri Bartal 🙂

    1. Mátin at geva stig uppá er broyttur fleiri ferðir, og plastik draktirnar broyttu sera nógv uppá alt.

      Fyrr var tað vanligt at ein top prestatión gav yvir 1000 stig uttan at tað var heimsmet, tí tað var meðal av Top’10 í heiminum sum gav 1000 stig. Soleiðis er ikki í dag, og tað sær ein aftur nú til FM 🙂

    2. Um tað er vorðið harðari at vinna FINA stig í dag, soleiðis sum Bjarnason sigur, so hava okkara bestu (møguliga) ikki mist nakað í mun til umheimin.

      “The FINA Points Table allows comparisons of results among different events. The FINA Points Table assigns point values to swimming performances, more points for world class performances typically 1000 or more and fewer points for slower performances.

      The base times are defined every year, based on the latest World Record that was approved by FINA. For short course (SCM) the base times are defined with the cut of date of August 31st. For long course (LCM) the base times are defined at the end of the year (December 31st).”

      swimrankings.net

      Formula

      The points are calculated using a cubic curve. With the swim time (T) and the base time (B) in seconds the
      points (P) are calcualated with the following formula:

      P = 1000 * ( B / T )³
      The exact formula is used to calculate points from times. Then all point values are truncated to the integer
      number. In point tables named with years 2009 and earlier, the point values are rounded.”

      FINA dokument á swimrankings.net og á fina.org


      [Eitt dømi uppá tíðir og FINA stig. Roland Schoeman eigur heimsmetið í 50 frí á stuttbana frá 2009.]

      Eg ætli at leggja fleiri eldri FM á grafinum, men so vítt eg veit er FINA stig skipanin ikki eldri enn 2004. Tí vil leypandi FINA stig ikki finnast áðrenn 2004.

  3. Nú havi eg lagt úrslit frá 1985, 2005 og 2006 aftrat. FM 1985 er møguliga svomið í 25m hyli í Klaksvík (?). Havi annars bara funnið 1/3 av úrslitunum frá FM 2006 frá videobrotum. FM úrslit millum 1985 og 2004 hava vit ikki og FM stevnur frá 1974-85 eru allarhelst svomið í <25m hyljum.

  4. Føroyameistarastevnan hevur ongantið verið svomin í øðrum enn 25 metra hyli. 1974 í Havn 75 í Klaksvík. So eiga tær at hava gingið upp á skift til hylurin í Vági kom við, haldið tað var i 1979.

    Jon Hestoy

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.