Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar
Svimjisamband Føroya hevur gjørt stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2011-2012.
Føroysk svimjing stendur frammanfyri størstu avbjóðingunum nakrantíð.
Ongantíð hava so nógvir svimjarar nátt so nógvum framúr góðum úrslitum í Føroyum og í altjóða kappingum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava svimjarir frá Svimjisambandi Føroya møguleika at luttaka á Olympisku Leikunum (OL) í London. Hetta verður um eitt gott ár – í 2012 – tá Pál Joensen fer at luttaka í OL. Hartil luttaka fleiri føroyskir svimjarar í eini røð av kappingum uttanlanda í næstum. Eitt nú fara føroyskir svimjarar í 2011 at luttaka í Mare Nostrum Barcelona, Evropeisk Junior Meistarastevnuna í Beograd, Heimsmeistarstevnuna í Shanghai í Kina og í oktober verður aftur landsdystur móti Íslandi.
Eisini fara svimjarar at luttaka á Oyggjaleikunum, sum verða á Isle of Wight í summar. Kravtíðin hevur verið, at svimjarar hava svomið skjótari enn silvur heiðursmerkjatíðin undanfarnu Oyggjaleikir. Hóast strongu krøvini verða heili 14 svimjarar við.
Orsøkin til góðu úrslitini hjá føroyskum svimjarum er, at tað fer fram eitt miðvíst menningararbeiði í Føroyum. Sponsoravtalan millum Tryggingarfelagið Føroyar og Svimjisamband Føroya hevur til endamáls at geva føroyskari svimjing betri fíggjarligar karmar til at røkka sínum málum. Gjørt verður eitt stórt arbeiði fyri at menna føroyskar svimjarar í Føroyum, og krevur hetta nógv.
Jon Hestoy, formaður í SSF, sigur: “Svimjarar okkara venja hart og miðvíst fram móti stórum avbjóðingum, í Svimjisambandinum royna vit at geva teimum mennandi avbjóðingar. Um vit ikki høvdu stuðlar sum Trygginarfelagið Føroyar, so høvdu vit ikki havt fíggarliga styrki at gjøgnumføra alt hetta”.
Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Føroyskir svimjarar bróta í hesum døgum mørk, og prógva, at um tú bara setir tær greið mál, og arbeiðir hart fyri at náa hesum, so eru góðir møguleikar fyri, at tú røkkur langt. Fyri at gera hetta møguligt verður eitt stórt arbeiði gjørt frá nógvum síðum – feløgum, familjum, svimjarum og SSF. Vit eru fegin um, at kunna vera við til, at stuðla undir hetta virksemið, ið er við til at menna føroyska svimjing og gevur øllum føroyingum stóran íblástur.”
Tórshavn, 1. juni 2011
Svimjisamband Føroya
Tryggingarfelagið Føroyar