Øll flúgving úr Vágum er avlýst vegna veður, og tey átta EJM-landsliðið og Pál Joensen við fylgi eru tí send til Havnar at yvirnátta. Spyr meg ikki hvussu tað tá liggur fyri at sleppa avstað niður í morgin árini og so víðari til Barcelona, áðrenn svimjikapping tíðliga leygarmorgunin.
Ella rættari, grátt. Morgunflúgvarin úr Keypmannahavn er longu nú avlýstur, so er nakað har vesturi sum tey kunnu fara avstað við ?
http://new.vagaportal.fo/pages/posts/eingin-flugving-fyri-vedur-10205.php
Ja Rókur, har stendur ein gomul maskina frá Wright Brothers tíðini 🙁
2 propellir, 230km/t tað tekur eina løtu at koma niður við henni. Ja kanska betur ikki at lenda fyrr enn í Barcelona 😉
Um okur ikki sleppa úr Vágum seinast klokkan 9:30, so fara okur heim aftur.
So stendur á atlantic.fo
“Flogferðslan darvað av veðri – 03jun 08:30
Tað hava ikki verið floglíkindi í Vágum í morgun, og tí eru fleiri seinkingar í ferðsluni í dag:
RC450 til Keypmannahavnar væntast at fara kl. 12:00
RC401 til Reykjavíkar væntast at fara kl. 12:30
Nærri boð um flogferðsluna annars koma kl. 10:00”