Halsall luttekur ikki á Oyggjaleikum

Isle of Man Swimming skrivar her at tey senda bara 5 gentur og 1 drong til Oyggjaleikir: Laura Kinley, Charlotte Atkinson, Stephanie Brew, Hannah Howitt og Poppy Evans, umframt 16 ára gamla Tom Bielich. Grant Halsall kláraði eisini kravtíð, men meldar frá tí at hann er úttikin at umboða Stórabretland á EJM í Beograd. Hann luttekur eisini á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, nú í vikuskiftinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.