Tað hevur sum kunnugt verið nakað av eini jorsalaferð hjá føroyingunum, at koma fram til Mare Nostrum stevnuna í Barcelona, men nú hava tey fyrstu so roynt seg.
Birita svam 31.34 í 50 rygg, sum er nakað frá hennara føroyska meti á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010, og varð nú nr 30 av 36. Í 100 frí svam hon 1:02.56 og endaði aftast av teimum 62 sum fingu eina tíð, átta tíggjundapartar frá juniormetinum hjá Ceciliu W. Eysturdal á 1:01.74, men tó só hálvt sekund betri enn hennara egnu bestu tíð á 1:03.10 frá HM í Rom í 2009. í 50 frí hjá monnum varð Heðin L. Olsen nr 56 av 61 við 25.16, sum er besta tíð hjá honum í mun til 25.57 frá NUM í Drammen í 2010, har juniormetið hjá Paula Ø. Mohr frá EJM 2009 er 24.68. Heðin svam 200 frí við tíðini 2:05.84, har besta tíðin hjá honum var 2:18.22 frá RIG 2010.
Eftir er at Cecilia W. Eysturdal skal royna seg í 400 frí, áðrenn tey eru liðug á Mare Nostrum og skulu til at venda nøsina heim eftir aftur.
Tað er torført at meta um, hvussu vítt úrslitini higartil eru góð, í mun til hvussu tað hevur gingist at koma fram til stevnuna, og at koma dumpandi inn í hana soleiðis mitt í kappingini. Men tey høvdu nokk ætlað sær meira.
Go Cecilia !
Úrslitalistarnir frá degnum í dag síggjast her, so hvørt sum svomið verður: http://www.natacio.cat/cat/arxiu/veure/1208
Tíðin hjá Ceciliu Eysturdal var 4:40.09. Gamla juniormetið hjá henni frá NMU 2010 var 4:41.07.
Kvartføroyingurin David Carry kláraði at koma í finaluna í 200 metra frísvimjing