Fyrsta føroyska meistarastevna fyri lið verður í annaðkvøld í Havn, 11. juni 2011. Kappingin er skipað nøkulunda sum landsdystirnir ímillum Føroyar og Ísland, at tey kappast í umleið 2,5 tímar frá kl 19:30, har hvørt felag her kann stilla við éinum svimjara í hvørjari kapping, og stig so verða givin fyri hvussu góðar plaseringar hvørt felag fær. Sí viðfestu innbjóðing. Tíverri eru tað bara Havnar Svimjifelag og Ægir sum hava meldað til hesu ferð, og stevnan verður tí mest at rokna sum eitt ‘dual-meet’ millum hesu bæði feløg, har besta felagið so har afturat fær heiðurin at vera fyrsta besta lið í Føroyum.
Fint, at tad verur skipa fyri einari tílíkari kapping um summarið, bara keðiligt, at tað skal vera líka nógvir ( menn) sum kvinnur, tad eru ikki øll feløgini sum fáa manna lið av tí :))