Bermuda droppaði Oyggjaleikir tí at hylurin var ov stuttur

Gløggi lesarin hevur nokk lagt til merkis, at annars sterka Bermuda manglar á startlistunum til svimjistevnuna á Isle of Wight. Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at høvuðsvenjarin har sambært The Royal Gazette á Bermuda kallar stevnuna fyri “spill av tíð”, av tí at hylurin á Isle of Wight er ov stuttur.

“The issue that we are dealing with for this particular games is that the pool being used for the games is not the correct length,” said Smith.

“This means that any swim that is done in that pool will not be recognised for qualification purposes or for record applications.

“It would be very unfair to our athletes to train all year for the opportunity to compete overseas, to pay for this overseas opportunity and have the times not count.”


Og nú kemur nakað av einum sjokki fyri meg persónliga: Hann sigur at hugt í bakspeglið, so áttu tey heldur ikki at verið farin til Álands, av tí at at støðan var tann sama har (!)

It was exactly the same two years ago in Aaland, and while Smith said called the Island Games ‘a great competition’, he said the size of the pools was something that had to be rectified in the future.

“At the last Island games our team arrived at the competition only to find out that the pool was not legal and that their times did not count,” said the national coach.

Ókey, her má man vaska sínar hendur og siga, at tað visti eg so í øllum førum ikki av. Ella havi ikki lurtað ella lisið nóg væl. Kanska hann blandar við Rhodos, har tað tá ið fólk komu fram vísti seg at hylurin var ov langur, ella møguliga enntá sum tað stendur her, 2 tummar ov stuttur á geil 1 og 2 tummar ov langur á geil 8.

Í øllum førum er alt hatta farið, og vit kunnu ikki gera nógv annað enn at arbeiða frameftir. Hylurin á Isle of Wight var jú eisini ov stuttur í 1997, við tað at talan er um sama hyl, og tó so trúgvi eg ikki at man fer so langt aftur at rudda út í tíðum og metum og so framvegis. Farið er farið.

Fyri at venda aftur til Bermuda, so stendur har eisini lukkutíð, at tey ætla at koma sterkt aftur tá ið leikirnir verða heima hjá teimum sjálvum. Vit kunnu væl ganga út í frá at hylurin tá verður í ordan, síðani at tey skelda soleiðis nú. Forsetin í sambandinum skeldar her blaðið fyri at fortelja søguna so bersøgið, og sigur at tey fara at senda dómarar til Isle of Wight, at eygleiða og rapportera aftur, so at svimjingin verður so góð sum gjørligt á Bermuda.

Livst so spyrst 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.