Føroyingarnir verða rímiliga nógvir men ungir

Tey verða eini 137 luttakarar á svimjistevnuni á Isle of Wight, harav føroyingarnir sum kunnugt eru fjúrtan. Okkara lið er í snitt 4 ár yngri enn tey av Guernsey, og eini 5 færri, men tað fer væl at koma teimum afturum brekku seinni 🙂

Nøgd av luttakurunum

Kvinnur Menn Tilsamans
Guernsey 6 13 19
Isle of Wight 8 9 17
Gibraltar 4 11 15
Jersey 8 7 15
Føroyar 9 5 14
Shetland Islands 6 6 12
Gotland 4 6 10
Menorca 4 4 8
Cayman Islands 3 4 7
Isle of Man 5 5
Åland 3 1 4
Froya 1 3 4
Orkney 4 4
Western Isles 2 2
Falkland Islands 1 1
Tilsamans 68 69 137

Meðalaldur á luttakarum

Kvinnur Menn Meðal
Orkney 20 20
Guernsey 18 21 20
Isle of Wight 19 20 19
Åland 20 17 19
Gibraltar 24 17 19
Cayman Islands 16 21 19
Jersey 16 21 18
Gotland 17 19 18
Menorca 17 17 17
Western Isles 17 17
Føroyar 15 18 16
Shetland Islands 16 16 16
Froya 18 15 16
Isle of Man 15 15
Falkland Islands 14 14
Meðal 17 19 18

Aldursforsetar í einstaklingakappingunum verða Stefan McGreevy av Jersey sum er 37 ár, og Rebecca Fortunato av Gibraltar sum er 33. Møguliga sníkir tó onkur eldri venjari ella leiðari seg uppí liðsvimjingarnar, til at styrkja tá ið á stendur (hint hint, nudge nudge).

Yngst er 13 ára gamla Tanja Skaalum úr Hvalba, sum í dag varð heiðrað í heimbygdini fyri oyggjaleikaúttøkuna og gullnálina sum hon vann sær herfyri. Yngst hjá dreingjum eru nakrir 14 ára gamlir knassar, Mathias Witzøe av Froya, Michael Hitchcock og Sean Pardo av Gibraltar, og Calum MacColl úr Hetlandi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.