Startlistarnir klárir til Oyggjaleikir 2011

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Isle of Wight 2011 boða nú frá, at startlistarnir til svimjistevnuna liggja klárir at síggja her á csdiom.com. Um tað gongur sum sambært tilmeldingunum, so koma Føroyar at vinna svimjistevnuna á triðja sinni, men ikki so greitt sum í fjør, vegna harða kapping frá Guernsey. Pál verður ikki óvæntað stóri heiðursmerkjaslúkurin á leikunum, meðan unga Kristina Neves av Guernsey verður vandamiklast hjá kvinnum.

Heiðursmerkjabýti millum oyggjar (forsøgn)

Her bara einstaklingakappingarnar …

Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Føroyar 15 12 3 30
Guernsey 12 4 9 25
Shetland 4 2 5 11
Jersey 1 8 6 15
Cayman Islands 1 8 6 15
Isle of Wight 1 1 2
Isle of Man 3 6 9
Gibraltar 1 1
Gotland 2 2
Tilsamans 34 34 34 102

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar (forsøgn)

Her bara einstaklingakappingar …

Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Pál Joensen (20), Føroyar 8 2 10
Kristina Neves (14), Guernsey 6 1 1 8
Ian Powell (25), Guernsey 6 6
Birita Debes (15), Føroyar 4 4
Amy Harper (19), Shetland Islands 2 2 2 6
Andrea Strachan (18), Shetland Islands 2 1 3
Pauli Ø. Mohr (19), Føroyar 2 1 3
Lara Butler (16), Cayman Islands 1 3 1 5
Darren Mew (31), Isle of Wight 1 1 2
Ebony Jacklin (18), Jersey 1 1 2
Turið S. Christiansen (15), Føroyar 1 1
Magnus Jákupsson (16), Føroyar 5 5
Thomas Hollingsworth (23), Guernsey 3 4 7
Ella Dias (14), Jersey 2 2 4
John Gallichan (19), Jersey 2 1 3
Tom Gallichan (18), Jersey 2 1 3
Poula Ø. Mohr (16), Føroyar 2 2
Charlotte Atkinson (14), Isle of Man 1 4 5
Laura Kinley (15), Isle of Man 1 2 3
Kristina Eliasen (18), Føroyar 1 1 2
Astrið Foldarskarð (16), Føroyar 1 1
Charlotte Manning (17), Jersey 1 1
Colin Bensadon (23), Gibraltar 1 1
Emily Bashforth (15), Jersey 1 2
Heðin L. Olsen (17), Føroyar 1 1
Poppy Evans (17), Isle of Man 1 1
Ben Lowndes (25), Guernsey 3 3
Daniel Cederqvist (24), Gotland 2 2
Felix Gifford (17), Shetland Islands 2 2
Charlotte De Wit (17), Jersey 1 1
Eva Trygvadóttir (15), Føroyar 1 1
Geoffrey Butler (15), Cayman Islands 1 1
Joel Rombough (21), Cayman Islands 1 1
Matthew Girard (19), Guernsey 1 1
Tilsamans 34 34 34 102

Liðsvimjingarnar

Tað er altíð torført at spáa um liðsvimjingar, við tað at tað ikki er heilt vist hvørjir svimjararnir eru, og um tilmeldingartíðin er eftirfarandi. Við herðing her á Oyggjaleikum, við tað at tey ikki ynsktu tilmeldingartíðir til liðsvimjingar, men heldur trekkja lut um byrjunarplássini.

Men um vit hyggja skjótt niður í gjøgnum listan yvir heiðursmerkjakandidatar í einstaklingakappingum, og blaða gjøgnum startlistarnar, so sæst týðiliga at Guernsey er knúsandi sterkt, eisini í breiddini. Tey hava nógvar góðar svimjarar, eisini beint uttanfyri heiðursmerkini, serliga í teimum longru stafettunum.

Jersey er heldur ikki fyri nothing, fyri tað um tey ikki liggja til at vinna so nógv gull í einstaklingakappingum. Cayman er har eisini onkunstaðni, og Hetland og Isle of Wight hava nakað so týðandi fyri blandað-stafettirnar sum ein knúsandi skjótan bringusvimjara, ávíkavist hjá kvinnum og monnum.

So, har eru 8-9 liðsvimjarar afturat at vinna heiðursmerki í, har vit liggja væl fyri, men har tað skal kempast um gullið.

Fyrivarni

Tilmeldingartíðirnar eru møguliga eitt sindur misvísandi, alt eftir hvussu oyggjarnar hava valt at melda til. Vit føroyingar hava valt vanligastu loysn, at melda við so góðari tíð sum loyvt var, til at fáa best møguliga pláss í innleiðandi riðlunum, og tí eru onkrar tilmeldingartíðir heilt afturi frá luttøkuni við ‘superdraktum’ á Oyggjaleikum á Álandi.

Guernsey hevur hinvegin valt at stilla við nøkrum sum líkist ‘bestu tíðir í ár’, har Ben Lowndes til dømis meldar til við 59.48 í 100 blandað (sum gevur honum triðbestu styrkismeting í ár), hóast hann vann greinina við 57.54 á Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Í hesi grein hevur Pál tí nú bestu tilmeldingartíð 57.66, sum var silvurtíðin á Álandi, hóast Ben vann á Páli har.

Okkara mannagongd er tann mest vanliga, til at tryggja so góð pláss í kappingini sum gjørligt. Flestu oyggjar hava mest sannlíkt nýtt hesa loysn, men Guernsey er altso eitt sindur av einum ‘dark horse’, við tað at tey hava valt nakrar av bestu tíðum frá. Samstundis sum Guernsey er okkara harðasti kappingarneyti.

Okkara tilmeldingartíðir eru tó ikki av leið, við tað at tær allarflestu eru frá tíðini nú eftir at superdraktirnar vórðu bannaðar. Tað er líka Pál sum ikki svimur allar hasar kappingarnar regluliga, og tí hevur okkurt hangandi líka afturi frá seinastu leikum. Hann skal nokk klára seg, og hini eru eisini í so mikið menning, at tey fara at liva upp til sínar tilmeldingartíðir. Spurningurin er bara, hvussu ræðuliga nógv skjótari Guernsey kann svimja 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.