Góð úrslit longu fyrsta kvøld á AMÍ 2011

Hóast tey høvdu ferðast í næstan eitt døgn, og ikki vóru meira enn komin til Akureyrar tá ið tey skuldu møta í hylinum, so megnaðu føroyingarnir beinan vegin at seta seg í respekt.

IMG_4856

Victoria W. Eysturdal gjørdist nummar 2 í 800 frí, við 9:37.42 aftanfyri íslendsku Rebekku Jaferian á 9:27.09, og frammanfyri Lilju Benediktsdóttir á 9:41.38. Victoria Biskopstø dragnaði hinvegin nokk so nógv í mun til sína tilmeldingartíð á 9:56.36, og endaði á einum 10. plássi við 10:44.69.

IMG_4932

Hjá dreingjunum gjørdist Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag nummar 2 við 16:37.90, aftanfyri íslendska Daniel Hannes Pálsson við 16:16.25, og Alvi Hjelm úr Ægir nummar 7 við 17:11.60. Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag luttók av eini og hvørjari orsøk ikki.

Tíðirnar hjá báðum vóru nakað verri enn teirra tilmeldingartíðir, har Óli meldaði til við 16:25.55 og Alvi við 16:51.65. Daniel Hannes betraði seg hinvegin heilt frá 16:55.72, so tað var avgjørt fult út fortjent hjá honum at vinna kappingina.

Óli við silvurheiðursmerkinum

One thought on “Góð úrslit longu fyrsta kvøld á AMÍ 2011”

  1. Eg róti runt í tí her, havi blandað tilmeldingartíð og úrslit hjá Victoriu. Hon svam 10.44.69 og hevði 9:56.36 sum tilmeldingartíð, ikki øvut.

    Teksturin tí broyttur omanfyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.