Óli Mortensen megnaði í dag at seta føroyskt met vinna gull í 200 metra frísvimjing, á AMÍ á Akureyri. Victoria Eysturdal vann silvur í somu grein og Victoria Biskopstø bronsu. dekningurin her á svimjing.com er og verður eitt sindur so sum so í dag, av tí at redaktiónin er til havsvimjing á Joansøku, øll sum hon er.
Hatta var ein ordiligur svipsari. Yvirskriftin er røtt men einki føroyskt met, nei. Teksturin var so elalítil á fartelefonini, at tað var nóg ringt at sleppa undan vanligum prentvillum, til at eg sá hasa stóru 🙂
Blogging beinleiðis av Johonnu. Men eg má fara at finna mær eina ordiliga ‘app’ til endamálið, heldur enn at blogga við at fara bara á síðuna við 3G