Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011

Hóast tað tykist sum um føroyingarnir hava torført við at liva upp til sínar bestu tíðir, so gongur tað væl á Akureyri, við hasum gullinum til Óla og onnur heiðursmerki afturat. Eg hyggi gjøgnum startlistan nú, og royni at lista upp her niðanfyri. Serliga stafettirnar settu seg í respekt, við at svimja skjótast í sínum aldursbólkum bæði hjá dreingjum og gentum, og hava eykastafettina hjá gentum eisini í topp-fimm.

IMG_5038

Ásbjørg Hjelm úr Ægir betraði seg ½ sekund í 100 firvald, tá ið hon í gjáramorgun svam 1:29.77 har tilmeldingartíðin hjá henni var 1:30.43. Tað rakk til eitt fimtapláss í aldursbólkinum.

Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til eitt triðjapláss eldra bólkinum í somu grein, við 1:09.51 har tilmeldingartíðin hjá henni var 1:07.62.

Óluva Jacobsen úr Ægir og Bjørk S. Róadóttir úr HS svumu seg til 4. og 15. pláss í somu kapping, við 1:11.32 og 1:19.52 í mun til tilmeldingartíðir 1:06.92 og 1:13.75.

Eyðbjørn Joensen úr SuSvim svam seg til 7. pláss eisini í 100 firvald, við 1:05.29 í mun til tilmeldingartíð 1:03.45, og Markus Joensen úr HS og Alvi Hjelm úr Ægir til 8. og 13. pláss í somu grien við 1:07.41 og 1:13.60 í mun til tilmeldingartíðir 1:06.08 og 1:17.90.

Ásbjørg Hjelm gjørdist nummar 6 í 200 frí við 2:33.85, har tilmeldingartíðin var 2:43.97. Victoria W. Eysturdal vann silvur við 2:12.27 í somu grein, tilmeldingartíð 2:14.03, og Victoria Biskopstø og Óluva Jacobsen nr 3 og 4 við 2:19.06 og 2:19.67. Kristina Elin Thomsen varð nr 11 við 2:22.43, Bjørk S. Róadóttur nr 12 og Sigurgunn Danielsen úr FLOT nr 15 við 2:26.21.

Óli Mortensen vann gull í somu grein við 1:58.63, meðan Alvi Hjelm varð nr 11 við 2:06.86 og Høgni Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag nr 13 við 2:11.30.

Fríggjadag seinnapart gjørdist Ásbjørg so nr 9 við 1:26.55 í 100 blandað, og varð so nakað seinni nr 7 við 3:23.41 í 200 bringu.

Eyðbjørn Joensen gjørdist nr 6 í 200 bringu við 2:38.60, Høgni Simonsen nr 10 við 2:49.94, og Markus varð kolldømdur.

Í 4×100 frí vóru føroysku Victoria W. Eysturdal, Bjørk S. Róadóttur, Óluva Jacobsen og Victoria Biskopstø klárt skjótast við 4:13.79, frammanfyri íslendsku ÍRB á 4:22.20. Og B stafettin kláraði seg eisini væl, við einum fimtaplássi og 4:36.11 til Kristinu Elin Thomsen, Sigurgunn Danielsen, Helgu Nielsen úr FLOT og Ásbjørg Hjelm.

Dreingirnir vunnu eisini gull við 3:50.78, frammanfyri íslendsku ÍRB á 3:51.48. Teir vóru Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Høgni Simonsen og Eyðbjørn Joensen.

One thought on “Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011”

  1. 200 m bringan hjá Markus rakk til Silvur, men bleiv kolldømdur fyri eina hond í vending ØV ØV !!!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.