11-ára gamla Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var tann sum varð skjótast av øllum havsvimjarum á Jóansøkusvimjingini 2011, tá ið hon í gjárkvøldið svam teir umleið 870 metrarnar (pluss ein sjálvvaldan boga) uppá umleið 14 minuttir.
Aksel Haraldsen venjari hjá rørslusvimjarunum í Havn svam beinari men seinari, og misti tí á stokkinum, til einans at verða skjótastur av monnum. Onnur vunnu vist nokk eisini – eg forsømdi at fáa ein úrslitalista heimvið, og veit tí ikki heilt hvat og hvørjar tíðirnar vóru.
(Nakrar útvaldar myndir frá havsvimjingini og øðrum tiltøkum á Jóansøku)
Lív, Erling, Róland og Rakul stóðu við steypum aftaná, eg giti at tað merkir at tey vóru vinnarar hjá ávíkavist gentum, monnum, dreingjum og kvinnum.