Victoria W. Eysturdal og Óluva Jacobsen vunnu gull og silvur í 100 frí í morgun á AMÍ 2011, Óli Mortensen silvur í 100 frí og Óluva Jacobsen aftur bronsu í 200 firvald. Rákið er tað sama sum undanfarnu dagar, at tey oftast ikki heilt klára sínar bestu tíðir, men tó halda rímiliga væl fast uppá sínar plaseringar.