Okkara lið snøgt sagt flongdu íslendingar í kvøld, tá ið bæði betra gentustafettin og dreingjastafettin vunnu 4×50 frí við einum 3-4 sekundum í part aftur til tey sum gjørdust íslendskir aldursbólkameistarar. Harvið er AMÍ 2011 avgreitt, við einum 9 gullmerkjum, 9 silvur og 6 bronsu til føroyingar, hóast okkara fyri stóran mun hoyrdu til yngra árgangin av tveimum í hvørjum aldursbólki.
Hjá gentum vóru tað Bjørk Svabo Róadóttir úr HS, Kristina Elin Thomsen úr SuSvim og Óluva Jacobsen og Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir sum vunnu á íslendingum, við 1:57.76 aftur til skjótasta íslendska liðið frá ÍRB á 2:01.14.
Hjá dreingjum vóru tað Eyðbjørn Joensen og Høgni Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag, og Markus Joensen og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum vunnið gull við 1:42.75 aftur til skjótastu íslendingar frá ÍRB á 1:46.30.
Rætt skal vera rætt, tó, at íslendarar høvdu tað handicap at bara kunna stilla við svimjarum til hvørt lið úr sama felag, meðan vit stillaðu við bestu úr fleiri feløgum. Hinvegin vóru okkara t.d. hjá gentum tvær sum vóru bara 13 ímóti 14 ára gomlum, og hjá dreingjum heilir 3 sum vóru 15 ímóti 16 ára gomlum, og vit tulka tað tí sum at tað gongur javnt upp 🙂
Næstbesta gentustafettin stendur í løtuni at hava svomið enn skjótari enn okkara skjótasta, men tað er ein feilur har ein svimjari frá øðrum liði kom inn á geilina og nart við plátuna. Tær svumu tí ikki 1:57.15 men heldur 2:06 okkurt, og endaðu á einum 5. – 6. plássi.
Svimjarar og leiðarar taka sær nú av løttum, gangi eg út í frá, áðrenn venjing og annað vanligt trummerum í morgin og dagarnar fram til fríggjadagin 1. juli, tá ið tey koma heim aftur.