Tak meg ikki í tí, men tað virkar sum um at føroysku svimjararnir fingu krammið á hasum uttandurahylinum, her ímóti endanum. Nógvar góðar betringar í síðsta parti av stevnuni, silvur til Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag í 400 frí, og gull og bronsu til Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Bjørk Svabo Róadóttir í 100 rygg. Nú eru bara úrslitini frá síðstu stafettunum eftir at fáa, men skurðurin er góður, eini 7 gull, 6 silvur og 9 bronsu til føroyingarnar, í kapping við bestu javngomlu íslendingum.