Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Hóast marginalarnir heldur ikki vóru heilt við okkum í dag, so megnaðu føroysku svimjararnir at vinna 6 gull, 2 silvur og 2 bronsu, annan dag á Oyggjaleikum 2011, so at vit nú eru einans 1 gull aftanfyri Guernsey í kappingini um at vinna mest á svimjistevnuni.
Hartil settu tey 3 oyggjaleikamet. Okkara svimjarar, leiðarar og venjarar hava tikið eitt megnartak, at halda fokus og koma aftur eftir kløkkin í gjár.
400 blandað menn
Pál Joensen vann greitt og setti nýtt oyggjaleikamet í 400 metra blandaðari svimjing, við tíðini 4:23.10, frammanfyri Tom Gallichan av Jersey á 4:31.51 og Joel Rombough av Cayman við 4:32.53. Ian Black av Jersey átti oyggjaleikametið á 4:23.19 frá 2009.
200 bringa kvinnur
Hetta var ein gysari, har Andrea Strachan legði harðast út, men har Turið S. Christiansen miðskeiðis í kappingini svam snøgt sagt framúrskarandi, fyri síðani at verða pressað av Lauru Kinley ímóti endanum, til Turið við síðstu vending vann tað heila. Tíðin nágreiniliga tann sama sum í morgun, 2:38.22. Verri gekk tíverri hjá Tanju Skaalum, sum var við í rokinum í fyrstuni, men so dragnaði niður til at gerast nummar 6, við 2:44.71 í mun til 2:44.17 í morgun.
100 firvald menn
Tíverri einki at gera hjá Magnusi Jákupssyni, fylgdi væl við í fyrstuni, men dragnaði síðstu 50 so at tað gjørdist gull til Ian Powell av Guernsey við nýggjum oyggjaleikameti 54.05, silvur til Thomas Hollingsworth av Guernsey við 54.85, og bronsa til Magnus við 55.95.
100 rygg kvinnur
Birita Debes og Poula Ø. Mohr svumu snøgt sagt uppvísningssvimjing, tá ið tær beinan vegin drógu frá hinum og løgdu sjógv ímillum, Birita við nýggjum oyggjaleikameti 1:02.80, og Poula við eisini imponerandi 1:04.92, næstan tvey sekund skjótari enn hennara offisielt bestu tíð á 1:06.40.
50 bringa menn
Darren Mew av Isle of Wight var órøriligur, dróg eitt vet frá hinum fyrstu longd, og vant so burtur úr teimum heim aftur, við tíðini 28.37. Pauli datt eitt sindur aftur miðskeiðis, men vann tó aftur og megnaði at vinna deilt silvur saman við Mikael Popov av Isle of Wight, við tíðini 30.55.
50 firvald kvinnur
Tað gjørdist tann tætta kappingin vit væntaðu, tíverri við marginalunum ímóti okkum. Astrið og Kristina løgdu væl út, og vóru við út í frá vendingini, men Kristina Neves av Guernsey átti bara ta betru síðstu longdina. Oyggjaleikamet til guernseybúgvan við 28.88, silvur til Ebony Jacklin av Jersey við 29.30, bronsa til Astrið Foldarskarð við 29.46, og eitt keðiligt fjórðapláss til Kristinu Eliasen við 29.62.
200 frí menn
Tom Gallichan av Jersey legði út sum eitt óløgi, við 25.35 frammanfyri Pál á 26.03 og Thomas Hollingsworth á 26.24. Pál svaraði aftur og lá á odda við 100, fekk eitt sindur kapping frá Hollingsworth síðstu helvtina men smurdi teir so av teir síðstu 25 metrarnar. Gull til Føroyar við 1:49.83, silvur til Hollingsworth og Guernsey við 1:51.02, og bronsa til Gallichan og Jersey við 1:51.52. Hinvegin kiksaði tað hjá Heðini Lisberg Olsen, sum svam bara 2:00.55 og sættapláss í finaluni í kvøld, í mun til 1:56.86 í innleiðandi riðlunum í morgun.
4×50 frí menn
Magnus, Pauli, Heðin og Pál megnaðu at vinna eina ógvuliga tætta kapping ímóti Guernsey, har vit hvørja ferð áttu startin men mistu seinnu longdina, inntil Pál helt út líka á mál. 1:33.59 og gull til Føroyar, 1:33.81 og silvur til Guernsey, og 1:36.38 og bronsa til Jersey.
4×50 blandað kvinnur
Okkara smurdu hinar av frá byrjan til enda, fyrst Birita við 29.60, síðani Tanja við 34.16, síðani Astrið við 29.84, og at enda Guðrun við flúgvandi 26.12. Tíðin 1:58.82, oyggjaleikamet og gull til Føroyar, síðani Jersey silvur við 2:00.89, og síðani Guernsey bronsu við 2:02.13.
Heiðursmerkjabýtið í kvøld
- Føroyar 6 gull, 2 silvur, 2 bronsu
- Guernsey 3 gull, 4 silvur, 2 bronsu
- Isle of Wight 1 gull, 1 silvur
- Hetland 1 gull, 1 bronsu
- Isle of Man 2 silvur, 1 bronsu
- Jersey 3 silvur, 3 bronsu
- Cayman 1 bronsu
Heiðursmerkjabýtið í svimjing til nú
- Guernsey 9 gull, 7 silvur, 4 bronsur
- Føroyar 8 gull, 5 silvur, 3 bronsur
- Hetland 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
- Isle of Wight 2 gull, 1 silvur
- Isle of Man 1 gull, 3 silvur, 2 bronsur
- Jersey 5 silvur, 8 bronsu
- Cayman 1 silvur, 3 bronsur
Oyggjaleikamet til Føroyar í kvøld
- Pál Joensen 4:23.01 í 400 blandað
- Birita Debes 1:02.80 í 100 rygg
- Birita, Tanja, Astrið og Guðrun 1:58.82 i 4×50 blandað
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Isle of Man var ov høgt uppi í listanum yvir heiðursmerki til nú, og er tí flutt niður undir Hetland og Isle of Wight.
Oyggjaleikametið er 2:34.68, sum Natalie Bree úr Jersey setti í 2001.
Oh well, 3 oyggjaleikamet var heldur ikki so galið. Og gullið var so okkara ! 🙂
Rættað, omanfyri