Stórar avbjóðingar á triðja svimjikvøldinum

Í gjár var ein góður dagur hjá føroysku svimjarunum, men í dag verður harður fyri tað. Útlitini eru nakað ivasom fyri fyrstu kappingar í kvøld, men so koma vit vónandi aftur ímóti endanum, til at vinna eini 4-6 gull afturat í dag. Ein troyst er, at tað allarhelst verður líka hart hjá Guernsey, so at munurin í heiðursmerkjaúrtøku verður verandi umleið tann sami.

Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á til dømis www.svimjing.com/live, í kvøld frá klokkan 17:30 til umleið 19:30 føroyska tíð, við frásagnum eisini í Útvarpi Føroya og á Rás 2.

Dánjal og Christian

100 blandað menn
Teir vóru tættir her, Thomas Hollingsworth av Guernsey á 59.66, Ben Lowndes av Guernsey á 1:00.57, Pál Joensen á 1:00.65 og Frank Estrada av Menorca á 1:00.89. Hetta verður óivað trupult hjá Páli, í kvøld. Dánjal Hestoy varð nummar 12 við 1:05.20, uttanfyri finalupláss.

400 frí kvinnur
Cecilia W. Eysturdal megnaði akkurát at svimja seg í finaluna, við 4:29.77 har Emily Bashforth av Jersey svam bestu tíð 4:24.23, Kristina Neves av Guernsey næstbestu 4:24.30, Amy Harper úr Hetlandi triðbestu 4:28.00, og Charlotte Atkinson av Isle of man fjórbestu 4:28.59. Eva varð nummar 12 við 4:50.92, uttanfyri finaluna.

200 rygg menn
Magnus Jákupsson megnaði her bestu tíð í innleiðandi við 2:04.76, frammanfyri Tom Gallichan av Jersey á 2:08.56, Niclas Högberg av Gotlandi við 2:11.70 og Ian Powell av Guernsey við 2:12.05. Men hendan bitan kunnu vit ikki kanna okkum enn, Powell hevur bestu tilmeldingartíð 1:59.69, og er so sanniliga í form.

100 bringa kvinnur
Andrea Strachan úr Hetlandi er í form, og svam imponerandi oyggjaleikamet 1:11.88 longu í innleiðandi, í mun til metið 1:12.51 sum Helen Watts svam á Guernsey í 1999. Turið S. Christiansen varð nummar tvey við 1:14.69, Charlotte Manning av Jersey nummar trý við 1:14.84, meðan Tanja Skaalum tíverri endaði á einum 8. plássi uttanfyri finaluna við 1:18.89.

100 frí menn
Í 100 frí komu báðir føroyingarnir víðari, Pál við næstbestu tíð 52.52 aftanfyri Jeremy Osborne av Guernsey á 52.16 og frammanfyri Tom Gallichan av Jersey á 52.95. Pauli Ø. Mohr varð nummar 5 við 53.51, tíðirnar eru tó ikki serliga eftirfarandi, við tað at allir óivað spardu seg til í kvøld. Pál eigur bestu tilmeldingartíð og síðani Gallichan, Osborne og Pauli.

Maria og Jón

50 frí kvinnur
Aftur her komu báðir føroyingarnir víðari, Kristina Eliasen við næstbestu tíð 27.45 og Birita Debes við triðbestu 27.56, aftanfyri Emily Bashforth av Jersey á 27.39, og Birita ájavnt við Andreu Strachan úr Hetlandi. Her gekk forrestin galið hjá Guernsey, so at báðar teirra endaðu uttanfyri finaluna, Kristina Neves við 7. bestu tíð 27.81, og Victoria Parfit við 8. bestu 28.30.

50 firvald menn
Magnus Jákupsson fekk her triðbestu tíð 26.12, aftanfyri Ian Powell av Guernsey á 25.29 og Thomas Hollingsworth av Guernsey á 25.31, men frammanfyri Josep Mercadal Mascaró av Menorca á 26.32. Powell eigur bestu tilmeldingartíð 24.60, meðan besta tíð hjá Magnusi er føroyska metið hjá honum frá úttøkustevnuni í apríl, á 24.92. Pauli Ø. Mohr svam 27.52, 9. pláss og uttanfyri finaluna.

200 rygg kvinnur
Birita Debes svam fjórbestu tíð her, 2:23.40, meðan Charlotte Atkinson av Isle of Man svam 2:22.20, Lara Butler av Cayman 2:22.77, og Lotte Parfit av Guernsey 2:23.18. Birita hevur tó bestu tilmeldingartíð 2:20.30, og burdi átt formin til at endurtaka hana, eisini hóast hon í kvøld hevur svomið finalu í 50 frí beint áðrenn. Atkinson hevur næstbestu tilmeldingartíð 2:21.25.

4×100 blandað menn
Teir fýra Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen og Dánjal Hestoy svumu her triðbestu tíð 4:02.70, aftanfyri Guernsey á 3:58.25 og Isle of Wight á 3:59.61, við Jersey sum nummar 4 á 4:04.26. Oyggjaleikametið hjá Guernseyer 3:49.32 frá 2009, har okkara vunnu silvur við 3:49.68.

4×100 frí kvinnur
Astrið Foldarskarð, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Cecilia W. Eysturdal kláraðu næstbestu tíð 4:04.08 í innleiðandi, aftanfyri Jersey á 4.03.23 og frammanfyri Guernsey á 4:05.42. Her verður tó heilt vist onkur útskifting til í kvøld, nú Guðrun Mortensen, Kristina Eliasen og Birita Debes sótu á kantinum. Oyggjaleikametið hjá Jersey er 3:55.76 frá 2009, í kapping har vit vórðu kolldømd fyri tjóvstart í einum skifti.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

Liðið hevur telefon +298 51 75 59

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.