Innleiðandi kappingarnar í Medina Leisure Center í Newport er nú lidnar. Svimjararnir hjá okkum hava lagt triðja dagin afturum sær og eru nú klárir til finalurin, ið byrja 17:30. Stemningurin á liðnum er góður og tykjast svimjararnir klárir at geva tað allarsíðsta í kvøld. Allir teir svimjararnir, komu víðari til finalu í kvøld, sum vit væntaðu at fáa við. Dysturin við Guerneys verður øgiligur, áðrenn finalurnar í kvøld eru Guernseybúgvar 3 gullmerki frammanfyri okkum. Í kvøld tykjast í øllum førum 2 gull at vera trygg til okkum, í mun til 1-2 rættiliga trygg til Guernsey, og restina mugu vit so sláast um.
100 blandað kvinnur
Poula Ø. Mohr svam imponerandi 1:07.49 í mun til bestu tíð 1:07.28, sum vísir at hon í øllum førum ikki hevur mist mótið, fyri tað um kappingin hevur verið hørð hesar undanfarnu dagar. Andrea Strachan úr Hetlandi svam bestu tíð 1:05.62, og Poula og Lara Butler av Cayman eru so tvær á øðrum plássi við 1:07.49. Eva Trygvadóttir svam seg til eitt 15. pláss við 1:14.15.
400 frí menn
Pál Joensen svam seg trygt til finalupláss við bestu tíð 4:09.26, frammanfyri Felix Gifford úr Hetlandi á 4:10.94 og Geoffrey Butler av Cayman á 4:11.05. Pál hevur longu vunnið 100, 200 og 1500 frí, og verður tað tí mest sannlíkt eisini til gull her í kvøld.
200 firvald kvinnur
Her hava vit ongan kjans at vinna gull í kvøld. Turið S. Christiansen svam seg gott nokk í finaluna við fimtbestu tíð 2:31.88, men Kristina Neves av Guernsey var til samanberingar heilt niðri á 2:20.92, og hinar báðar næstu eisini væl undir føroyska metinum hjá Nataliu Reinhardt á 2:27.62, Charlotte Atkinson av Man við 2:25.23 og Lara Butler av Cayman við 2:25.85. Astrið Foldarskarð svam seg til eitt 8. pláss við 2:39.19, uttanfyri finalupláss.
100 rygg menn
Magnus Jákupsson svam bestu tíð her, 57.31 frammanfyri Ian Powell av Guernsey á 57.46 og Thomas Hollingsworth av Guernsey á 58.65. Powell hevur til nú vunnið bæði 50 og 200 rygg, men kanska eru vit so mikið heppin, at hann er við at møðast.
100 frí kvinnur
Birita Debes og Kristina Eliasen svumu seg til eitt 4. og 6. pláss í finaluni í kvøld, Birita við 59.54 og Kristina við 1:00.51. Tær tríggjar fremstu svumu avbera skjótt í innleiðandi riðlunum, Emily Bashforth av Jersey 58.34, Kristina Neves av Guernsey 58.95 og Amy Harper úr Hetlandi 59.12. Besta tíð hjá føroyingunum her yvirhøvur er Birita við juniormeti 58.52 frá NJM 2010.
50 frí menn
Pauli Øssursson Mohr megnaði at svimja 23.70 og bestu tíð í innleiðandi, og Heðin Lisberg Olsen næstbestu 24.49. Millum teir Matthew Girard av Guernsey við 24.25, og aftanfyri Heðin Sam Tinson-Wood av Isle of Wight við 24.74, Ben Lowndes av Guernsey við 24.87 og Antoin Le Fevre av Jersey við 24.90. Hetta mugu vit royna at vinna í kvøld, men tað verður nokk tætt.
50 rygg kvinnur
Birita svam komfortabult bestu tíð 30.04, frammanfyri Kerrie Smith av Jersey á 30.99 og Poulu Ø. Mohr á 31.27. Okkara vunnu gull og silvur í 100 rygg, og eru báðar góðar á serliga stuttu teinunum, so her burdi verið góður kjansur fyri gulli.
200 bringa menn
Pál Joensen svam triðbestu tíð 2:24.98, aftanfyri Thomas Hollingsworth av Guernsey á 2:23.76 og Frank Estrada av Menorca á 2:24.84. Besta tíð hjá Páli er føroyska metið 2:16.06 frá Oyggjaleikum í 2009, tá svomið í superdrakt, men tó so mikið skjótt at her burdi verið góður kjansur fyri metall.
4×100 blandað kvinnur
Kristina, Tanja, Astrið og Guðrun megnaðu næstbestu tíð 4:32.48 aftanfyri Jersey á 4:27.62 og frammanfyri Isle of Wight á 4:36.57 og Guernsey á 4:37.13. Gullmøguleikar her, sum skal til um vit skulu hava kjans at vinna okkum inn á Guernsey í samlaða heiðursmerkjastríðnum.
4×100 frí menn
Dánjal, Pauli, Heðin og Pál bestu tíð 3:35.18, frammanfyri Jersey á 3:35.82 og Guernsey á 3:36.20. Aftur ógvuliga týðandi at vit vinna gull, um vit skulu hava kjans at vinna flest av teimum tilsamans.
8×50 frí kvinnur og menn
Hesa stafettina burdu vit átt, við sigri bæði hjá monnum og kvinnum í 4×50 frí. Bestu tíð í morgun, 3:28.52, frammanfyri Guernsey á 3:32.98 og Jersey á 3:33.46. Hetta er ein óoffisiell, traditionell stuttleikakapping, sum ikki telur við í samlaðu uppteljingini av heiðursmerkjum, men tað hevði tó so verið stuttligt at vunnið hana aftur hesuferð, sum í 2009 og 2007.
———
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy
Liðið hevur telefon +298 51 75 59