Í morgin fara Krista Mørkøre og Ragnvald Jensen til Berlin, at luttaka á evropeisku meistarastevuni fyri brekaði, sum verður 3. til 9. juli. Paralympics.org skrivar her at YouTube fer at hýsa beinleiðis video frá stevnuni, bæði innleiðandi riðlar og finalur, á www.youtube.com/paralympicsporttv
Krista venur til dagliga í Ægir og Ragnvald í FLOT. Stevnan er ikki aldursbólkabýtt, og serliga Krista fær tí trupult við at vinna nakað, sum so vítt vit vita yngsti luttakari yvirhøvur á stevnuni. Við teimum báðum er Rúni Gaardbo sum venjari og Torkil Mørkøre sum leiðari.
Innleiðandi riðlarnir eru frá klokkan 9 til 13 týska tíð, og finalurnar frá klokkan 16 til 20:30, sunnudag til leygardag 3. til 9. juli. Tað er ávíkavist frá klokkan 8 til 12 og 15 til 19:30 í Føroyum. Kappingarnar verða at síggja bæði LIVE og bandaðar, so vit fáa ríkiligt av møguleikum at fylgja við.