EJM/HM-liðið ferðaðist í stíli av Isle of Wight

EJM-svimjararnir og Pál fóru sum kunnugt til Aldershot at venja longu fríggjamorgunin, í onkrari hernaðarlegu sum var eisini 50 metra hylur ið vit dugdu at finna tøkan har á leið. Ferðaleiðarin Hanna í Horni hevur sent okkum nakrar myndir og eina rapport frá fyrsta degnum, so eg tí viðfesti her. Mest imponerandi er teirra ‘boarding’ umborð á Hovercraft av Isle of Wight 😀

IMG_0114

Rapportin frá Honnu …

Dagur 1 hjá EJM-2011-liðnum

Meðan hinir OYL svimjararnir kundu taka sær av løttum í dag, var tað ‘business as usual’ fyri EJM og HM svimjararnar. So skjótt sum OYL-svimjiliðmyndirnar vórðu tiknar, fóru vit til Ryde og haðani við Hovercraft yvir um sundið til Portsmouth og síðani við bili til Aldershot, har EJM-liðið steðgar til sunnudagin, tá farið verður víðari til Beograd. HM-liðið við Páli og Jón steðga til mikudagin, tá teir fara longu leiðina til Singapore og síðani til HM í Shanghai.

IMG_0115

Aldershot liggur miðskeiðis millum London og Portsmouth og her liggur ein av størstu basunum hjá bretska herinum. Knýtt at basanum er eitt risastórt ítróttar annlegg við alskyns hentleikum, harímillum 50m hyli, sum okkara svimjarar hava fingið atgongd til. Hetta ítróttarannlegg verður nógv nýtt av ítróttarfeløgum í nærumhvørvinum, og javnan eisini av elituítróttini; m.a. var leingi talan um, at bretska OL2012-liðið skuldi hava sína venjingarlegu uppundir OL-leikirnar her, men nú ljóðar til, at avgerð er tikin um at fara uttanlands ístaðin.

IMG_0116

Svimjararnir lata sum heild væl at umstøðunum her í Aldershot – skilti á lagnum á dreingjunum tó, at brúsurnar í teirra umklæðingarrúmi ikki vóru tær bestu; ístaðin fyri at renna beint niður, fýsir vatnið í allar ættir, so har skal taktiskt snildi til fyri at fáa eitt líkinda brúsubað. Á hotellinum er internet sambandið heldur ikki tað besta, men tey ungu hava gingið runt við teldunum og leitað eftir signali, og í fyrsta umfari sær tað út til, at besta miðið er úti í gongini millum kamar 303 og 305.

010720111109

Tá vit komu aftur frá venjing í kvøld mundu vit ikki sloppi inn á parkeringsøkið hjá hotellinum fyri bilum og ungfólki, hvør fínari enn annar. Fyrst hildu vit, at tað var eitt brúdleyp, men tað vísti seg at vera Prom Night, ið varð hildið í ballsalinum á hotellinum. Fyri at koma til hotelmatstovuna máttu vit ganga framvið ballsalinum, og tað var ikki heilt frítt, at man kendi seg eitt sindur ‘under-dressed’ ímillum hesi fínt pyntaðu ungu; okkara ungu harrar, hinvegin, tóktust ikki darvaðir av hesum og smæddust ikki burtur, tá møguleikin at fáa eina mynd saman við tveimum av flottu damunum beyðst.

Pál og Barbie

Myndirnar eru frá:
Ryde, IOW, tá vit fara umborð á Hovercraft til Portsmouth
Aldershot Garrison Sports Centre
Prom Night á Potters International Hotel
+ Videosamrøða við Magnus (by Jón)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.