Teir báðir Pál Joensen og Jón Bjarnason fyrireika seg uppá at fara víðari til Singapore á venjingarlegu, Pál við at fara fyrr og fyrr í song, og Jón við at flyta døgnið ‘hin vegin’. Sær út til at éin máti er við at spæla við iMovie 😛
Her er so tann minni popputta útgávan, við einum linum Páli sum greiðir frá (komandi) jetlag
Tað skal líka sigast, at tað var skemt at eg og Pál hittast einaferð í nátt tá ið eg fari í song, og hann til venjing hehe.
Eg royni so gott eg kann at halda sama tíðarplan sum hann ger, og tað gongur ok 😉
Klokkan er nú 03:15 í Singapore.. argg.. Góða nátt