Prátaði við Honnu í áðni sum ringdi frá minningarríka Tašmajdan svimjihylinum, har Pál á sinni vann 3 gull, og har sum tey nú í morgun fara undir EJM 2011. Her niðanfyri er ein frágreiðing frá túrinum síðani Aldershot og til í gjár, har tað millum annað verður fortalt um eitt heldur ótespiligt fyrsta hotell, at tey hava gingið nógv, og at Cecilia tíverri er forkølað.
2., 3., og 4. dagur hjá EJM-liðnum, Beograd 2011
Leygardagurin gekk upp á stás við venjingum, hvíld og nøkrum spølum av sjavs. Nú høvdu liðini verið á ferð í eina viku, og tað byrjaði so smátt at ganga undan við reinum klæðum, so lokala vaskaríið í Aldershot fekk okkurt at gera, meðan vant varð.
Sunnumorgunin fór EJM-liðið beint frá venjing til Heathrow, haðani leiðin fyrst gekk til München og síðani víðari til Beograd. Lagið var gott og ikki sørt av spenningi valdaði, tá vit lendu í Beograd og vórðu móttikin av Irenu, ið skal taka sær av okkum hesar dagarnar í Beograd. Vit deildu buss við Ísraelska liðnum, og fyrsta stoppið var við Hotel Continental, har føroyska EJM-liðið 2008, við Páli og Kára, búðu á sinni. Uttanfyri Hotel Continental stóðu nakrir av íslendingunum og Petur Heðin fekk líka heilt skjótt heilsað uppá íslendska venjaran, ið sjálvur er úr Beograd. Næsta stoppið var eisini við eitt hotel, Hotel Slavija Lux, ið sá gott út, og sum lá mitt inni í býnum. Her skuldu vit øll av, men meðan ísralittarnir fóru beina leið inn á Slavija Lux, fingu vit at vita, at vit máttu ganga eitt sindur longur til vit komu til okkara hotel…og vit gingu, og vit gingu…so niðan eftir eini síðugøtu, og einari afturat, inntil vit skuldu inn undir eitt stillads og komu inn í eina lítla, slitna forhøll við einum eldri pari handan móttøkudiskin, ið dugdu illa enskt og sum ikki vóru serliga hjálpsom. Var móttøkan á hotellinum (Hotel Park) lítið at reypa av, var restin av hotellinum ikki stórt betri – allastaðni skallaði málingin av, fuktplettir vóru á veggjunum, kontaktirnar hingu leysar, lyftin steðgaði onkuntíð nakað frá gongshæddini, wc’ini skolaðu ikki niður, og inni hjá dreingjunum vóru bara tveir møguleikar á air-con, antin sløkt ella stormur. Svimjararnir høvdu bestan hug at rýma skríggjandi vekk, men tað var blivið so seint, so har var ikki nógv annað at gera enn at tørna inn og sova uppá støðuna, vit vóru í.
Hóast vit svóvu væl, so var hugurin at vera verandi á hotellinum einki batnaður morgunin eftir. Ásannandi at tað nyttaði lítið, um svimjararnir mistrívdust, avgjørdu vit at kanna møguleikarnar at flyta til eitt annað, og betri, hotel. Tað eydnaðist okkum at sleppa inn á Slavija Lux, og beint eftir morgunvenjingina fluttu vit og lagið klárt betur á ferðaliðnum.
Hóast tað er fráboðað heitt í veðrinum, upp til eini 30 hitastig, so hava vit verið so heldig, at tað hevur verið eitt sindur yvirskíggjað við einum lotið, so hitin hevur bara ligið um 20-25 hitastig hesar fyrstu dagarnar. Tasmajdan svimjihylurin hevur bæði ein innandurða og ein uttandurða hyl, og tað var so mikið kølið uttandurða, at onkur av okkara svimjarum gjørdist kaldur. Men, tað fer at blíva heitari so hvørt vikan gongur, so tað er gott, at tey so spakuliga fáa vant seg við hitan.
Til slíkar kappingar, tá juniorar luttaka, er vanligt, at hvørt liðið fær eina guide, sum liðið kann heita á, nær tað skal vera. Okkara guide eitur, sum áður nevnt, Irena; ein ógvuliga fitt ung genta, men við lítlum og ongum staðkunnleika, hóast hon er higani úr Beograd. Longu fyrsta kvøldið vóru ábendingar um hennara manglandi staðsans, tí hon hevði trupult við at finna hotellið; og í gjár, tá vit skuldu til seinnapartsvenjingina og stóðu og ivaðust um vit skuldu fara við shuttlebussi ella ganga teir 800 metrarnar, ið eru frá hotellinum til hylin, helt Irena fyri, at vit kundu líka so gott ganga, tí tað fór bara at taka 10 minuttir, meðan shuttlebussurin ikki fór fyrr enn ein hálvan tíma seinni. Vit so gjørdu, men tað var betur ógjørt, tí eftir at hava gingið í einar 15-20 minuttir mátti hon viðganga, at hon var vilst, og tað endaði við, at svimjararnir og Petur Heðin kroystu seg í ein lítlan, gamlan taxa, meðan Hanna og Irena tóku ein býbuss til Tasmajdan svimjihylin. Tá vóru vit komin langt av leið og svimjararnir vóru troyttir. Irena, stakkalin, er ikki heilt komin yvir tað, hóast vit hava roynt at ugga hana og sagt, at tað ger einki. Nú kenna vit vegin til og frá hylinum, og kunnu ganga sjálvi, tá vit ikki taka shuttlebussin, men hon er ógvuliga trúføst og fylgir við okkum alla staðni.
Annars var Cecilia so óheppin, at hon gjørdist forkølað í Bretlandi, so til fyrstu venjing sat hon á kantinum, meðan avgjørt varð at til seinnapartsvenjingina skuldi hon vera eftir heima og hvíla seg. (Nú, týsdagin, hevur hon tað tíanbetur frægari, og í morgun var hon aftur í hylinum og tók nakrar róligar túrar.)