Ungi havnarmaðurin Magnus Jákupsson megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, við tíðini 25.00 sekund sum samstundis rakk til eitt 12. pláss og semifinalu á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd. Hann átti sjálvur metið 25.90 frá tá ið hann í hesi grein vann silvur á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í fjør.
Magnus er í yngra árganginum av tveimum á EJM, har hendan tíðin so fyribils er tann fjórbesta fyri árgang 1994. Einans Søren Dahl árgang 1993 hevur fyribils svomið skjótari millum norðurlendingar, 24.84. Magnus hevði onga tilmeldingartíð til stevnuna, av tí at tað er so langt síðani at hann hevur kappast á langgeil, og hann flutti tí líka umleið 40 pláss upp.
Leirvíkingurin Heðin L. Olsen luttók eisini í kappingini, við einum fyri okkum føroyingar faktiskt heilt ókey úrsliti, 27.38 og 2 pláss upp frá botninum í hesu harðu kapping, til at liggja millum báðar bosniarnar har. Teir báðir Magnus og Heðin svumu vegna væntandi aktuellari langhyljatíð í allarfyrsta riðli, ímóti einum makedóna sum átti tilmeldingartíð 27.84 og einum ukraina eisini uttan tilmeldingartíð.
Sí úrslitalistan her. Til ber at fylgja við úrslitunum á EJM í Beograd her á www.belgrade2011.rs.