Magnus 58.51 og føroyskt met í 100 rygg

Eisini í 100 metra ryggsvimjing megnaði Magnus Jákupsson at seta føroyskt met og juniormet, við 58.51 har metini hjá honum frá Small States stevnuni í 2010 vóru 1:00.19. Ein flott betring av bestu tíð, sum rakk til eitt 28. pláss millum teir 44 luttakandi á EJM í Beograd. Sí úrslitalista her.

jakup-og-magnus

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.