Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, við 2:08.88 á EJM í Beograd. Tað rakk til eitt 26. pláss av 33 luttakandi, fremsti norðurlendingur við íslendska Kolbeinn Hrafnkelsson á 2:09.07, svenska Martin Nilsson á 2:12.68, og danska Andreas Schiellerup frámeldaðum. Sí úrslit her.
í 50 rygg svam Birita Debes 31.00, í mun til bestu tíð 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Hetta var óivað ikki tað hon ætlaði, í kapping har danska Mie Ø. Nielsen kom í hálvfinaluna við 29.78, svenska Louise Hansson við 30.37, og íslendska Eygló Ósk Gustafsdóttir á síðsta mandati við 30.56. Sí úrslit her.
Cecilia W. Eysturdal varð frámeldað 1500 frí, sikkurt tí hon ikki er komin fyri seg eftir sjúku beint áðrenn stevnuna. Hon manglar eisini á úrslitalistanum fyri 200 frí.
Tíðin hjá Biritu rakk til 24. pláss av 47.