Føroysku svimjararnir høvdu ein avbera góðan dag í Beograd í morgun, har tey øll fýra settu bestu tíð, 3 av teimum føroysk juniormet, og Magnus 2 ferðir føroyskt met pluss eitt fyri Føroyar fantastiskt pláss í hálvfinalu seinnapartin. Finaluumfarið byrjar við hálvfinalu í 50 frí hjá gentum klokkan 16 føroyska tíð, og hevur so hálvfinalurnar hjá Magnusi og teimum sum næstu kapping.
Aftur í morgun megnaði Magnus Jákupsson at svimja seg í hálvfinalu, tá ið hann í 50 rygg setti stórt føroyskt met og juniormet við 27.00, har metið hjá Kára J. á Høvdanum frá HM í Rom í 2009 var 27.65. Magnus varð nummar 14 av teimum 38 luttakandi, har teir fyrstu 16 sleppa í hálvfinalu seinnapartin. Danski Andreas Schiellerup varð nr 11 við 26.87, og íslendski Kolbeinn Hrafnkelsson nr 26 við 27.62. Sí úrslit her
Í 100 firvald setti Magnus eisini stórt føroyskt met og juniormet við 56.20, har hansara egna met frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010 var 58.54. Tað rakk til eitt 24. pláss av 49 luttakandi, uttanfyri hálvfinalurnar, men tó so við bara svenska Jesper Jönsson sum skjótari norðurlending, á 23. plássi við 56.14. Danski Viktor B. Bromer varð nr 33 við 56.63, og svenski Jesper Björk nr 39 við 57.32. Sí úrslit her
Í 100 rygg hjá kvinnum megnaði Birita Debes at seta nýtt føroyskt juniormet við 1:07.66. Hon átti sjálv metið á 1:08.31 frá Small States stevnuni í 2010, og varð nú nummar 40 av 45 luttakandi. Mie Ø. Nielsen fekk triðbestu tíð í innleiðandi við 1:03.40, og liggur tí væl fyri til at taka heiðursmerki aftur í hesi grein, sum í 50 rygg. Sí úrslit her.
Í 200 frí hjá monnum megnaði Heðin L. Olsen at seta nýtt føroyskt juniormet við 2:01.00, har kravtíðin til at kunna seta føroyskt juniormet var ásett at vera 2:02.16. Heðin varð við hesum úrsliti nummar 46 av 51 luttakandi í Beograd. Sí úrslit her.
Og í 50 frí megnaði Cecilia W. Eysturdal at svimja 29.18, í mun til sína annars til nú bestu tíð á 29.86 frá DÅM í Gentofte í 2010. Hon varð nummar 47 og aftast nú í Beograd, og er eisini nakað væl frá føroyska juniormetinum hjá Biritu á 27.93, men í løtuni má man bara fegnast um at hon yvirhøvur orkaði at svimja skjótari enn nakrantíð, eftir at hava stríðst við sjúku hesar dagarnar. Sí úrslit.
Finaluumfarið byrjar klokkan 16 seinnapartin føroyska tíð, við hálvfinalunum hjá Magnusi og teimum sum næstu kapping umleið klokkan 16:07. Klárar Magnus at verða millum teir 8 skjótastu, so er finalan ímóti endanum av stevnupartinum seinnapartin. Til ber at síggja kappingina beinleiðis á www.belgrade2011.rs, og á svimjing.com/live.