Magnus Jákupsson megnaði at betra um bæði føroyska metið og sína plasering frá í morgun, tá ið hann í hálvfinaluni á EJM í Beograd svam 50 rygg uppá 26.76. Endaliga úrslitið varð eitt 10. pláss millum bestu juniorar í Evropa, fjórskjótastur av teimum yngru árgang 1994, og ein klár betring av føroyska metinum og juniormetinum hjá sær á 27.00 frá í morgun. Sí úrslit her.
Skjótasti norðurlendingur var Andreas Schiellerup árgang 1993 á 26.36, og bíligasta finalupláss tað hjá grikska Alexandros Theocharidis á 26.45.
Eg havi lagt videobrot av semifinaluni omanfyri.