Magnus Jákupsson sorlaði í morgun føroyska metið og juniormetið í 50 metra frísvimjing, við 23.90 á EJM í Beograd. Kristian Olsen átti annars føroyska metið á 24.56 frá Reykjavík International í 2007, og Pauli Ø. Mohr juniormetið 24.68 frá EJM 2009. Tíðin hjá Magnusi rakk til eitt 26. pláss millum 53 luttakandi.
Heðin L. Olsen luttók eisini í teimum 50 frí, og megnaði har eisini imponerandi 24.73, 5 hundraðpartar frá nú fyrrverandi metið hjá Paula. Tað var nokk til eitt 47. pláss millum teir 53. Teir báðir eru nú lidnir á EJM í Beograd. Sí úrslit her.
Startlistin fyri riðil 1 av 7:
Geil 1 – Magnus Jákupsson (Føroyar) – 23.90 (tættast við kamera)
Geil 2 – Heðin L Olsen (Føroyar) – 24.73
Geil 3 – Aleksa Josic (Bosnia og Hercegovina) – 24.87
Geil 4 – Victor Belahsan (Ísrael) – 23.96
Geil 5 – Deniz Ali Bayraktar (Turkaland) – 24.96
Geil 6 – Luke Campbell (Írland) – 24.88
Geil 7 – Harutyun Banduryan (Armenia) – 25.44
Imponerandi. Har liggurt okkurt met í 200 blandað og bíðar.