Danska Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna sítt fjórða heiðursmerki á EJM 2011 í Beograd, tá ið hon vann 100 metra rygg við 1:02.50. Og tá gekk tað ikki ein gang heilt optimalt hjá henni, á Politiken.dk skriva tey at tíðin er eitt hálvt sekund frá tá ið hon í apríl tryggjaði sær HM-billett við at strika danska juniormetið hjá Louise Ørnstedt, og á www.simma.nu/dk skriva tey at venjari hennara helt frekvensin vera alt ov høgan.
Saman um tikið var hetta besta EJM hjá dønum nakrantíð, staðfesta tey eisini á www.simma.nu/dk, við Mie Ø. Nielsen at vinna 2 gull í 50 og 100 rygg, og við Mie og Daniel Skaaning at vinna 2 silvur, ávíkavist í 100 og 200 frí, og við í 4×100 blandað fyri kvinnur at vinna eitt søguligt fyrsta heiðursmerki til Danmark í liðkapping á EJM.
Les eisini offisiella tíðindaskrivið frá danska svimjisambandinum, her á svoem.dk.