Ein eitt lítið sindur seinkað frásøgn úr Serbia

Møguliga havi eg verið for sløvur at eftirkanna Dropbox-ina nú í vikuskiftinum, men har lá so ein rapport úr Beograd nú í morgun, frá Honnu har suðuri. Um dagarnar frá 5. til 10. juli, har hon millum annað avdúkar at serbar væl kenna til “Farska Ostrva”, og at tað so líðandi gjørdist so heitt at fólk byrjaðu at svíma.

IMG_0683

5. – 10. Juli

Týsdagurin var síðsti dagur, áðrenn kappingin byrjaði. Cecilia, sum hevði ligið forkølað, kendi seg eitt vet betur og tók nakrar róligar túrar í hylinum. Hjá hinum stóð væl til og felags fyri tey øll var, at nú kundi kappingin ikki byrja skjótt nokk. Mikukvøldið var setanin; fyri Føroyar var tað Cecilia, ið bar Merkið, meðan Irena bar navnaskeltið.

Dagarnir, nú kappingin byrjaði, hava verið ógvuliga líkir; upp tíðliga til morgunmat, síðani niðan til Tasmajdan at hita upp og svimja innleiðandi; heim til døgurða og hvíld, fyri síðani at fara niðan aftur til Tasmajdan seinnapartin at heppa, tær ferðirnar, ið Magnus hevur svomið seg í hálvfinalurnar.

Shuttle-bussar koyra javnan millum hotellið og hylin, men tað er verri enn so altíð, at teir koyra til tíðna. Ofta hava summi av okkum valt at ganga, heldur enn at bíða – kanska serliga heimaftur, og tá er ofta farið ein lítlan umveg fyri at síggja meir av býnum. Vit búgva ógvuliga sentralt, beint við stórar handilsgøtur, og tá tað er ógvuliga bíligt her í mun til heima í Føroyum, er ikki heilt frítt, at teir longru túrarnir heim á hotellið kunnu freista. Vit eru, sum heild, ógvuliga positivt yvirraskaði av Beograd. Hóast býurin kanska ikki er so penur at líta á frá takterassuni á hotellinum, so stendur hann einki aftanfyri aðrar evropeiskar stórbýir, tá man gongur niðri á gøtuni. Ferðslan er gott nokk eitt sindur crazy, men tað er hon jú eisini í París og Rom, og bilar, sporvognar og bussar halda altíð av fyri fólki til gongu.

Um tað er Pál, fótbólturin, góð frálæra í landalæru, ella øll trý, so eru Føroyar ikki ókendar millum serbar. Áðrenn vit fóru heimanífrá, søgdu Rókur og Jón Brian, sum vóru her til EJM 2008, at Føroyar á serbiskum eita ‘Farska Ostrva’, og tá spurd hvaðani vit koma frá og vit svara ‘Farska Ostrva’, hava tey flestu vita beinanvegin. ‘Farska Ostrva’ er ikki tað einasta, vit hava lært okkum av serbiskum hesar dagarnar. Vit hava nevniliga lagt okkum eftir at læra eitt sindur av serbiskum, meðan vit eru her, og tað skoraði okkum beinanveg fleiri stjørnur hjá tænarunum og hinum starvsfólkunum á hotellinum, sum hava verið serstakliga góð við okkum. Tað eina kvøldið, tá vit vórðu liðug at eta nátturða, høvdu tænararnir funnið Føroyar fram á google earth, og tað var ikki heilt frítt, at vit fingu eitt sindur av heimlongsli, tá vit stóðu rundan um telduna og peikaðu á, og teir zoomaðu inn á, húsini hjá okkum.

Tað er ikki bara á hotellinum, at vit hava okkara fjepparar. Vit hava eisini havt ein føroyskan fjepparaskara til kappingina. Tað eru Gunvá og Jákup, foreldrini hjá Magnusi, sum eisini vóru við á Oyggjaleikunum, og sum síðani koyrdu haðani frá og allan vegin til Beograd at heppa. Teimum hevur eisini eydnast at mobilisera donsku foreldrini at heppa á okkara svimjarar, so stuðulin frá áskoðaraplássunum hevur verið avbera góður.

Hóast hitin teir fyrstu dagarnar ikki var so høgur, sum vit høvdu stúrt fyri, og onkur av okkara svimjarum enntá kendi seg kaldan í hylinum, so hevur tað teir seinnu dagarnar verið nærum ótolandi heitt. Vit hava tí roynt at verið so røsk at drukkið nógv vatn, smurt okkum við sólkrem og annars hildið okkum í skugganum ella inni á hotellinum, tá tað hevur verið heitast. Tosað hevur enntá verið um at tað er ein hitabylgja, ið hevur rakt Serbia og meginartin av eysturevropa, og tann eina dagin varð ein av donsku svimjarunum innløgd á sjúkrahús, tí hon gjørdist illa fyri av hitanum, meðan ein bretskur svimjari hálvgum svímaði, tá hon kom á mál, og mátti hálast upp úr hylinum og berast burturfrá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.