Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.
Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Havnar Svimjifelag tók uppaftur hesa gomlu siðvenju í fjør. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var annars í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.
Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” verður endurnýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og elska at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.