Hóast har vóru nøkur stress-moment inn í millum, so gekk tað faktiskt heilt skjótt og rímiliga smertufrítt at koma til Shanghai, umvegis Keypmannahavn og Helsinki. Her í Kina gekk tað so aftur heilt óvanliga skjótt, so at eg longu nú eftir frokost á hotellinum sunnudag seinnapart havi akkreditatión og alt, eftir at hava flogið og ferðast og flutt klokku eitt døgn frá leygarmorgni av.
Á wikipedia stendur at tað búgva góð 23 mió í Shanghai. Býarøkið er 5.299 km2 stórt ella knapt 4 ferðir so stórt sum Føroyar. Burðartalið í Kina er eitt vet lægri enn í Føroyum. Í 2011 verða fødd 12.29 kinesarir per 1000 íbúgvar um árið, meðan í Føroyum er talið 12.95 per 1000 íbúgvar um árið. Tað vil siga, at tað verða føddir yvir 16 mió kinesarir um árið, ella 45110 kinabørn um dagin.
http://en.wikipedia.org/wiki/Shanghai
http://www.indexmundi.com/china/birth_rate.html