Kinesarar eru ógvuliga blíðir, má man siga nú eftir at hava verið her í eitt døgn. Ein guide bíðaði eftir okkum við rampuna frá flogfarinum úr Helsinki, sum síðani førdi okkum gjøgnum serliga ekspress-bíðirøð til viðførið, og so beinleiðis til bilin á hotellið. Her varð man móttikin við blómum av starvsfólki á hotellinum, og fekk síðani vitjan av okkara serligu guide sum eitur Cora, ið lesur politikk, løgfrøði og enskt á triðja ári. Hon er serdeilis hjálpsom og nærløgd, niður til detaljur sum at hon hevði litað sær Merkið niður í lummabókina, og hevði lisið uppá um Føroyar.
Vit fóru so gott sum beinleiðis til svimjistadion eftir hesum ‘akkreditatiónum’ sum man skal ganga við um hálsin, til at sleppa inn. Har gekk tað líka so skjótt, millum annað tí at Cora og tann sum skuldu avgreiða ganga í klassa saman á universitetinum. Bussarnir koyra presist til tíðina, hvønn hálvan og heila tíma, og rutan er soleiðis at vit ikki raka ringastu ferðsluna her í milliónabýnum. 14 kilometrar uppá 22 minuttir, einar 40 yuan (32 kr) í taxa.
Luftin er eitt sindur ógvuslig fyri meg, høfepurfólk og alt, at kalla ein hálvheit sauna við roykiloyvi. 28 gradir frá morgunstundini, slavið og við luftdálking sum fær tað at skriða í eygunum og ger at ein annar ikki ordiliga inn (møguliga mest av hysteriskum orsøkum, eg havi tað líka um eg bara gangi framvið eini nýslignari grasplenu).
Býurin er sjálvsagt ógvuliga stórur, við nógv fleiri lágum húsum enn eg hevði væntað (1-3 etagur). Her runt okkara hotell eru tó nógv háhús, har okkara er vist nokk tað hægsta bein her, við flottum útsýni ovast og kamarinum hjá mær og Bjarnasyni á 31. hædd umleið hálvan vegin upp. Á hotellinum koma afturat føroyska liðnum at búgva norðmenn, chilenar, russarar, belgiarar, luxembourg-búgvar, fólk úr Zimbabwe og Brazil. Eg át frokost saman við Alexander Dale Oen, sum hevur verið her síðani hósdagin.
So hetta riggar bara væl, vit hava heviautomat í lobbyini, og handlar á gólvhæddini har ein millum annað kann keypa silki, postalín og teppi, og sum serligt tilboð tveir skraddaraseymaðar klædningar úr cashmere-ulli pluss tríggjar skræddaraseymaðar skjúrtur pluss 2 slips fyri 6800 yuan, við levering um 2 dagar. Hylurin á hotellinum er 18 metrar, opin frá kl 7:30 til 22, reserveraður til okkum HM-luttakarar. Motiónsrúmið er opin 24 tímar, sum var gott tá ið eg var klárvakin á midnátt í gjárkvøldið.
Í dag verður tað ein túrur yvir at hyggja at 50 metra venjingarhylinum sum skuldi verið nærri og skjótari at komið til higani, enn HM-stadionini. Hugsaði at fara yvir í eitt shopping-centur her nærhendis, at kanna málið. Annars er ikki so nógv annað at gera, enn at slappa av og bíða eftir at Pál og tey koma í morgin.
Rókur í Jákupsstovu
uppi síðani kl 04:45 her í Shanghai
Alt hatta ‘sosiala’ má bíða, um ikki vit finna eina umvegis loysn, og tað sær heldur ikki út til at eg kann síggja ella senda nakað slag av online-streaming yvirhøvur. Hinvegin riggar Gmail, Hotmail, Dropbox og Flickr, umframt hesar heimasíður hjá mær, við rættiliga góðari ferð, so at eg um ikki annað fái skrivað og sent myndir. Og Google Reader, so at eg kann lesa hvat ið fyriferst úti í heimi 🙂
Tykke síggja so fittir út á myndini, men eg má spyrja fyri Thurid, hvør av tykum er brúðurin?
Hvussu er støðan annars við kamarinum hjá okum, ein einkulsong sum tú ynskti tær?
Okur síggjast í morgin góði 🙂
Tekur faktiskt nokk so langa tíð hjá eini song úr furu at detta 31. hæddir 😀
Blómurnar eru settar í vasa, tú fært tína bukett í morgin. Har er ein brúðarhandil í kjallaranum (altso sum selur brúðarkjólur o.t., ikki brúðrar), gott at man er giftur í forvegin.