Svimjing er størsta veruliga ítróttargrein í USA

Sambært hesari kanning hjá National Sporting Goods Association er svimjing triðstørsta ítróttargrein í USA, bara aftanfyri “Exercise with Equipment” og “Exercise Walking”, tá ið øll verða tald við, líka mikið um tey er á einum formellum liði ella ei. 51.9 milliónir amerikumenn svumu í 2010, av teimum sum eru 7 ár og eldri, og ítrótturin vaks við 3.4% síðani 2008.

DSC_0297

Súkkling rangerar eisini rættiliga høgt við 39.8 mió, bowling við 39 mió, renning/jogging við 35.5 mió, kurvabólt við 26.9 mió, golf við 21.9 mió, fótbóltur við 13.5 mió, tennis við 12.3 mió, amerikanskur fótbóltur við 9.3 mió og fimleikur við 4.8 mió. Skjótast vaksandi greinar er yoga við 20.9 mió (vøkstur á 28.1%) og aerobic við 38.5 mió (vøkstur 16.3%), meðan “Camping” minkaði við 12% til 44.7 mió og “Boating, Motor/Power” við 16.2% til 20 mió.

Svimjing er eisini størsta ítróttargrein í Bretlandi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.