Ein friðarligur dagur í Shanghai í dag, har eg brúkti fyrrapartin uppá at kanna umstøðurnar at venja í Yuan Shen hylinum nærhendis, og fór ein túr at kanna sjálvan kappingarhylin. Alt sær gott út, reint og nosslig, ikki ov heitt inni, og passaligur hiti í hylinum.
Túrurin til Yuan Shen kostaði 14 yuan (umleið 12 krónur) og tók 10 minuttir yvir gjøgnum nógv so ógvusliga ferðslu, og 5 minuttir aftur. Hylurin er stórur og luftigur, kanska eitt lítið sindur grunnur í grunna enda (1.2 metrar), 1.4 metrar á miðjuni og 1.8 metrar í tí djúpa.
Kappingarhylurin er ein ófatiliga vakur bygningur, um enn kanska ikki heilt so stórsligin innan sum tann í Dubai. Sjálv svimjikappingin verður í eini multiarena, meðan tað sum verður svimjihøll aftaná HM her verður brúkt til vatnpolo-kappingarnar.
Trygdin er góð, eg skal altíð koyra taskuna gjøgnum røntgen, til at koma inn her á hotellið, í venjingarhøllina og í kappingarhøllina. Alt ógvuliga kurteisliga, og bara gott so at alt er gjørt so at hetta kann vera so trygt sum yvirhøvur gjørligt.
Nú fari eg at leggja meg, áðrenn midnátt, deyðatroyttur av hesum jet lag. Royndi at spáka mær ein túr yvir í shopping-sentrið her nærhendis í dag, men gekk skeivt og mátti so bara skunda mær aftur á hotellið, áðrenn klæðini vóru fullkomiliga gjøgnumbloytt av sveitta.
Maturin fer møguliga at verða eitt sindur triviellur við tíðina, nú tey hava hug at koyra grís, egg ella skeljadjór í alt tað heila. Altso hann er fínur nokk, og eg trúgvi at hann er tann sami á øllum hotellunum, men tey kundu gott latið onkra skál av reinum pasta staðið frammi, droppa tað súrsøta í onkrari sós, og havt ein meira vanligan ost frammi enn handan chilifidusin (sterkasta matvøra á borðinum … tað sum tey aðrastaðni kalla ‘hot and spicy’ er eisini súrsøtt).
Rókur, Shanghai