Donsku kvinnurnar fara sunnudagin eftir einum OL plássi í 4×100 frí. Landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer metur at tær hava ein møguleika at verða millum 12 tey skjótastu liðini, ið undir HM gevur atgongd til OL 2012. Liðið verður mannað av Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Pernille Blume (16 ár) og Mie Ø Nielsen (14 ár). Jeanette Ottesen skal haraftrat luttaka í 100 firvald sunnudagin, ið er hennara OL vón sum einstaklingur, meðan Lotte Friis luttekur í 400 frí. Ikki kann sigast annað enn nógv stendur uppá spæl hjá donsku kvinnunum fyrsta dagin í hylinum.
Hjá monnunum fara vit at síggja Mads Glæsner í 400 frí. Innleiðandi riðlar byrja kl 2 sunnumorgun og finalur kl 11.
Les meira á politiken.dk.