So vítt eg dugi at síggja eru eingir startlistar komnir fyri kappingarnar í Shanghai. Men tað finst eitt yvirlit av svimjarum, har tað stendur, hvørjar kappingar teir luttaka í. Eg havi funnið nakrar av teimum, vit kunna væntað fara at kappast við Páli í 800 og 1500 frí. Enn eru svimjarir úr Fraklandi, Avstralia og USA ikki at finna á heimasíðuna fina2011.xintv.com.
Tað ber til at sortera í tilmeldingar tíðunum við at trýsta á ovasta rað
Fyribils, trúgvi at hin fyrst kemur nú eftir at síðstu offisiellu frámeldingar komu í gjár. Meini at Pál tá var nummar 9 í 800 frí og nr 6 í 1500 frí (og her er gott at vita, at tað í øllum førum ikki kunnu koma fleiri afturat tí startlistanum). Tað sleppa 8 í finalu … hylurin hevur 10 geilar, men uttastu eru ikki egnaðar til kapping á 10 geilum, vegna tann mátan sum vatnið skolar burtur, so tí koma tær at liggja óbrúktar bæði í innleiðandi og í finalum.
Sovítt eg dugi at síggja, so mangla tríggir svimjarir í tabellini hjá mær í mun til startlistanum hjá tykkum – hvis also hasar tíðirnar eru tilmeldingartíðir. Eg vænti at Rouault hevur skjótari tilmeldingartíð enn Pál í 1500 frí, møguliga havi eg gloymt onkran kinesara og so eru tað nakrir amerikanarir í mangla?
Eg havi koyrt starttíðirnar hjá Rouault, La Tourette og Vanderkaay aftrat í talvuna.